Inger Hansen 65 ár

6. mars fylti Inger Hansen í Havn 65 ár. Inger er fødd og uppvaksin á Abbatrøð í Havn, dóttir Hilmar Danielsen av Hvítanesi og Herdis, F. Nybo, eisini av Hvítanesi. Inger hevur verið virkin innan Frelsunarherin síðan hon var smágenta, har hon hevur verið skóti og skótaleiðari og var ungdómsleiðari í 18 ár. Umframt tað hevur hon havt sunnudagsskúlan í næstan 40 ár. Hon hevur verið kassameistari í Heimaforbundinum hjá Frelsunarherinum síðan 1995. Hon arbeiddi nøkur á hjá Bambus Foto, sum tá helt til í Tróndargøtu og í skóbúðini hjá Demmus í miðbýnum. Hon var eisini dagrøktarmamma í 10 ár. Inger giftist í 1961 við Denhard Hansen av Toftum og eiga tey børnini Sólvu og Jógvan Páll.