Peugeot 406 hevur sett heimsmet sum tann bilur, ið hevur klára at koyrt longst við einari áfylling av brennievni. Tað eydnaðist bilføraranum John Taylor, ið fyrr hevur sett fleiri evropeisk og australsk met, har hann hevur koyrt long strekkir við at brúka minst møguligt brennievni, at koyra 2348,3 kilometrar uppá ein tanga av dieselolju. Tað svarar til, at hann koyrdi 34,69 kilomterar pr. litur í hesum silvurgráa Peugeot 406 HDi sedan. Túrurin bleiv gjøgnumførdur á vanligum landsvegi við trimum vaksnum persónum og teirra viðføri. Guinnes observatørar vóru við allan túrin fyri at tryggja at tær strongu Guinnes reglurnar blivu yvirhildnar. Heimsmetið hjá John Taylor bleiv góðkent av Guinnes.
Kelda: Motor Magasinet