Svenning Reinert 40 ára starvsdag

Í dag, 11 mars, hevur Svenning Reinert í Norðradali arbeitt hjá Færøernes Kommando í 40 ár.

Svenning er fyrsti persónur, sum hevur arbeitt hjá Færøernes Kommando í so langa tið. Hann arbeiddi uppá Oyggjarvegin í 1959/60, síðan arbeiddi hann hjá skógfútanum í eitt styttri tíðarskeið. Í 1961/62 arbeiddi hann hjá SEVvið el-linjuni millum Vestamanna og Havnina. Tann 11. mars 1963 bleiv Svenning settur í starv hjá Flyvestationen Thorshavn, seinni Færøernes Kommando. Høvuðsuppgávan hjá honum hevur øll árini verið at halda vegin niðan á Sornfelli viðlíka og ymiskt annað fyrifallandi arbeiði. Síðan 1976 hevur hann verið Posthúsleiðari í Norðradali. Svenning dámar væl at fara á flot, eisini hevur hann ross, gæs og seyð. Móttøka verður í dag, 11. mars, frá kl.11.00-14.00 hjá Færøernes Kommando í Mjørkadali.