dent á at útvikla skipanir, har tað serliga verður Lotus Notes, sum teir fara at leggja dent á. Teir hava í øðrum høpi roynt seg við einum portali, men hesin er farin í søguna, og eingin nýggjur er á veg [...] at fingið í lag ein samstarvavtalu við heimsins størstu KT-fyritøku, IBM. Teir hava fingið loyvi til at kalla seg fyri IBM Business Center. Tað vil í veruleikanum siga, at teir eru at rokna sum eitt slag [...] tær hava servitan innan teirra útbúnað og annað. Kervi verður ein fyritøka av tí slagnum, sum fer at venda sær til fyritøkur og virki sum kundar. Tað er ikki ætlanin at fara undir virksemi við at selja útbúnað
Vit eru í stillu viku og størsta hátíðin á árinum og í kristnilívinum stendur fyri durum. Men tað er alt annað enn páskafriður, ið valdar í dagsins Europa í dag og sum stendur ovast á dagskránni. Kríggj [...] seg eiga Kosova sum teirra Jerusalem og andaliga hjarta. Um tað er støðan og albanar eru 90 prosent av fólkatalinum í økinum, er serbiska hjartað transplanterað í ein fremmandan kropp, sum er Albania. Síðani [...] fólkum, ið hesum døgum ongan góðan eiga uttan seg og síni. Eins og internetið er miðilin hjá teimum verkfalsraktu í Føroyum, er hesin eisini miðilin hjá teim krígshóttu í Kosovo - at boða út tað tey ynskja mest
sýna fram í listaskálanum á Tvøroyri ? Oyggin ? í hesum døgum. Framsýningin í Oynni er partur av listastevnuni. Stine er 36 ár og mett at teljast millum evnaríkastu ungu høggmyndlistafólkini í Danmark. [...] og tað er torført at definera sjálvt lívið. Bæði hava tað til felags, at tey eru torfør at seta í bás og verða tey tað, so verða tey kvald. Ólavur Rasmussen endurtók ymiskt eftir Kierkegaard og tað var [...] hann, ið segði, at lívið er sum eitt flot. Tey flestu sita sum sílafiskarar við áarbakkan og hyggja at flotinum. Listafólk hava hinvegin ikki áhuga í flotinum, men í tí, sum fyriferst á botni, og samanbar
so er ætlanin at teir skulu kunna setast í gongd. Teir arbeiða í løtuni við at rigga til og mála stovuna í gamla skúlanum til eitt slíkt savn. Og gongur sum teir ætla og vóna, so er ikki óhugsandi at [...] sleppa at síggja ein part av savninum longu í summar. Tá vit vitjaðu á savninum seinnapartin í gjár stóðu tveir teir fyrstu motorarnir í savninum. Men tá alt verður liðugt er ætlanin at enn fleiri motorar [...] motorum, og nú verður so arbeitt við at fáa fleiri teirra lidnar til summarið. Tað sær kanska ikki nógv út, tá ein motorur stendur her sum nýggjur, vakurt málaður og har alt skínur. Men tað er eitt sera
fráboðan til ST setur alt í brand ein fráboðan, sum sigur at mitt í Atlantshavinum býr eitt fólk, sum hevur búleikast á hesum oyggjum í øldir, sum eita føroyingar. J. Patursson yrkir í sanginum »Boðar tú til [...] bíða framman fyri telduni í nakrar minuttir. Tað skal verða í einum sekundi, tú fært forbindilsi út í heim. Spurningurin er so bara: Fekst tú so meira tíð til tín næsta, sum er tað vesentliga við lívið okkara [...] ljósinum, og tað er júst boðskapurin, sum jólahátíðin bar okkum við frelsarans føðing. Veður og vindur má sær ráða, men tað ber mót ljósari tíðum, sjálvt um tað í skrivandi løtu tykist, sum myrkrið berjist
betur veðrið í dag. Í gjár skríggjaði sólin "Welcome! Welcome!", men í dag er tað líkasum meira grátt yvir øllum. Mær hevur altíð dámt tað melankolska betur. Orðini eigur Channe Nussbaum, sum mikudagin kom [...] erligir. Av tí sama geva teir enn í dag íblástur, og tað er ein verulig dygd, heldur hon. Meira sárbær Á lítlu konsertferðini í Føroyum skal Channe Nussbaum á pallin í Klaksvík, Fuglafirði og Tórshavn. [...] klaver og innihaldið á framførslunum verður ein blanding av nýggjum og gomlum tilfari hjá Channe sjálvari. Konsertferðin er liður í konsertrøðini FO-DK Konsertferðir, sum Norðurlandahúsið skipar fyri saman
høvuðsstaðnum, Riga, í hesum døgum. Grasvøllirnir, ið ikki eru nógvir í tali her um leiðir, eru heldur ikki av teimum bestu. Og tað er einki at taka feil av, at hetta minnir eitt sindur um tað føroyska veðurlagið [...] dystin í undankappingini til HM 2018. Hesaferð skulu okkara royna seg á útivølli ímóti Lettlandi, og fyrireikingarnar til dystin hava gingið væl, skrivar heimasíðan hjá FSF. Tað er rættuliga kalt í lettlendska [...] vera væl fyri, og tað verður uttan iva eitt sterkt føroyskt lið, ið Lars Olsen og Jóannes Jakobsen fara at senda á vøllin ímóti lettum. - Umstøðurnar her eru eitt sindur serligar, men tað kemst sjálvandi
fann teg í kvæðum, sum fólkins varrar lyftu úr øld í øld, eg fann teg í søgum og sagnatali, har fólksins brøgd vóru tøld, eg fann teg í mjúkum barnaljóðið, sum sungið varð vetrarkvøld. Eg fann teg í orðum [...] hon hevur verið tað í nógvum, nógvum øðrum londum í heiminum hesi seinastu 50 árini. Líka nógv dømir eru um, at málið í hesum somu “nýggju” tjóðum er eitt tað dýrasta, tey eiga í tjóðskaparligum høpi. Soleiðis [...] heimaarbeiði, Tað fer kortini neyvan at loypa kvøkk í nakran at fáa at vita, at soleiðis er støðan eisini í grannalondunum. Orsøkin er tann, at bæði málið sjálvt og mikið annað broytist í samfelagnum í einum og
Vit tosa og virka óumhugsað. Í ekstremismu. Fantasiprojekt flúgva í luftini. Í hesum døgum verður í rama álvara tosað um, at Tórshavn, okkara ”løjerlige gamle hovedstad,” sum William Heinesen setti á heimskortið [...] hvørt sum tey verða tikin, meðan tað, ið hevur lív (fiskur, seyður, fuglur o.a) skal røkjast væl og við góðum skili, annars hvørvur tað. Um ráevni kann sigast, at tað er tað vanliga undirstøðið í tí politiska [...] ospitalinum í Keypmannahavn. Tunnlar sum murran fyri milliardir. Ein glæstriborg til skúlaverkið, sum hevur hingið í luftini í longri tíð eins og ein fremmandur science-fiction fuglur, sum tykist leita
enn árið fyri, og tað sum var enn verri, hann hevði fingið minni í skatt enn grannin. Tað helt hann vera ein stór skomm! Eg veit ikki, um tað er nakar til av tí slagnum í dag, sum ikki vil gjalda minni [...] inntil børnini fóru í skúla ella vóru komi væl áleiðis í skúlanum. Tey høvdu tvey børn í vøggustovu og barnagarði, sum kostaðu teimum kr. 2000,00 um mánaðin í Danmark (hettar var í 1996). Í USA skuldu tey goldið [...] um eg í USA skuldi fingið allar teir ágóðar, sum eg, konan og míni børn fá av tí eg gjaldi í skatt her í Danmark, so hevði eg verið munandi verri fyri í USA, hóast eg hevði goldið nógv minni í skatt har