Eitt sindur "We Are The World"

Channe Nussbaum er ímyndin av einum røttum sigøjnara, ígjárkvøldið fór hon á pallin í Klaksvík, í kvøld verður hon í Fuglafirði og leygardagin spælir hon á Planet Awards. Vit hava prátað við Channe.

 
 
 
Tónleikavitjan
 
 - Mær dámar betur veðrið í dag. Í gjár skríggjaði sólin "Welcome! Welcome!", men í dag er tað líkasum meira grátt yvir øllum. Mær hevur altíð dámt tað melankolska betur.
Orðini eigur Channe Nussbaum, sum mikudagin kom til Føroyar. Lítla kvinnan sær tó alt annað enn melankolsk út, tá hon situr framman mær við knallreyðari varrastift og stórum, livandi purlum í hárinum. Hendurnar reika aftur og fram, meðan hon tosar og svørtu eyguni goyma ein hita, eg sjálvdan havi sæð fyrr. Ongantíð havi eg hitt nakran, sum í so stóran mun líkist míni ímynd av einum røttum sigøjnara; alt við Channe er livandi og litfagurt. Eg hugsi við mær sjálvari, at hon líkist hennara tónleiki. Ella er tað kanska tónleikurin, ið líkist henni?
 
At byggja brýr
Tey seinastu árini hevur Channe ferðast víða við hennara tulking av klezmer-tónleiki; eitt serligt slag av tónleiki, sum stavar frá teim eysturlensku jødunum. Hetta er siðbundin fólkatónleikur, har Channe tó blandar saman bæði nýtt og gamalt av ymsum uppruna. Hon skrivar sjálv tónleikin og sum oftast eisini orðini. Á nýggju fløguni, sum kemur út um stutta tíð, hevur Channe tó funnið fram gamlar norðurlenskar tekstir, sum hon síðani hevur smíðað løgini til.
- Foreldur míni eru bæði úr Polen, umframt at mamma hevur uppruna sín í Portugal. Eg eri tó í Danmark, so við tónleikinum blandi eg alt eitt sindur saman. Ein kann siga, at mín tónleikur er mín søga, fortelur hon.
Vanligur klezmer-tónleikur er aloftast skrivaður í moll og kann gerast heldur syrgiligur at lurta eftir í longdini, men á komandi fløguni finna vit eina samanblanding av sonevndum klezmer salsa, balkan og donskum fólkatónleiki. Okkurt popput er yvir øllum, so hetta er ein nýggj byrjan fyri Channe.
- Eg havi arbeitt við vanligum klezmer tónleiki í góð 10 ár, so eg hevði tørv á onkrum nýggjum nú, sigur hon.
Í einum norðurlenskum savni við gomlum tekstum fann hon sær 40 tekstir og arbeiddi víðari við teimum. Okkurt er broytt og nútímansgjørt eitt sindur, men sum heild hava teksirnir varðveitt sum mest av upprunanum. Onkur av teimum eru yvir 100 ára gamlir, men hetta er sambært Channe eingin forðing fyri at gera nútímans tónleik.
- Nógv av tí, sum verður skrivað í dag, er so einkisigandi og pátikið. Orð um kærleika og hatur eru gjøgnum tíðina fortald so ótrúliga ofta, og tí virkar alt eitt sindur klisje-agtigt; teir gomlu tekstirnir eru nógv meira erligir. Av tí sama geva teir enn í dag íblástur, og tað er ein verulig dygd, heldur hon.
 
Meira sárbær
Á lítlu konsertferðini í Føroyum skal Channe Nussbaum á pallin í Klaksvík, Fuglafirði og Tórshavn. Saman við henni eru Bjarke Kolerus á klarinett og Jeppe Tuxen á klaver og innihaldið á framførslunum verður ein blanding av nýggjum og gomlum tilfari hjá Channe sjálvari.
Konsertferðin er liður í konsertrøðini FO-DK Konsertferðir, sum Norðurlandahúsið skipar fyri saman við FUT og donsku DJBFA og Dansk Artisforbund, har danskir bólkar koma til Føroyar og fara á konsertferð við føroyskum bólki.
Tískil er talan um tríggjar konsertir, har Channe Nussbaum trio'in verður at hoyra saman við føroyska bólkinum Yggdrasil saman við Kára Sverrasyni. Saman fara bólkarnir báðir eisini at framføra serstøk løg hjá hvørjum øðrum. Sjálv kallar Channe hesa løtuna saman við Yggdrasil fyri eitt slag av "We Are The World-løtu", har heimstónleikur við ymsum uppruna verður lagdur saman til enn eitt slag av tónleiki. Eitt serstakliga deiligt slag av tónleiki, skal so líka viðmerkjast av undirritaðu, sum fekk møguleika til at hoyra bólkarnar báðar saman á pallinum í Atlantis hóskvøldið.
- Eg eri von við at fara á pallin við hugburðinum um bara "at give den gas!", sigur hon og sipar til, at hennara framførslur higartil mest hava verið merktar av klezmer tónleiki, har áhoyrararnir klappa, trampa í gólvið og annars eru við undir allari framførsluni.
Á hesari konsertferðini krevst tó nakað annað, tá nýggi tónleikurin hjá Channe inniheldur friðarligari løg við rót í donskum fólkatónleiki.
- Vit framføra jú eisini saman við Yggdrasil, og hetta ger meg á ein ella annan hátt meira sárbæra. Eg má læra meg at verða nøgd sjálv á pallinum, heldur enn bara at fáa tey í salinum glað og soleiðis gera tey nøgd, sigur hon.
 
Um virðislønir
Seinasta framførslan á hesi konsertferðini verður leygarkvøldið, tá Channe Nussbaum trio'in saman við Yggdrasil verða eitt av mongu forkunnugu nøvnunum, sum Planet Awards bjóðar gestum sínum.
- Hetta er fyrstu ferð, at eg verði við til eitt tílíkt Awards-kvøld. At tað so skuldi verða júst í Føroyum ger bara alt meira spennandi, heldur Channe.
Haraftuat heldur hon tað verða umráðandi, at eitt land vísir virðing fyri síni list. Eisini innan tónleikin, og tí kunnu slík kvøld næstan bara kasta jaligan ávøkstur av sær.
- Tó er umráðandi, at tónleikarar ikki seta seg niður at skapa við tí í hyggju, at teir allarhelst vilja hava eina virðisløn av onkrum slag afturfyri. Hugurin til at skapa má altíð verða drívkraftin, tá tú ert virkin innan tónleik. Virðislønir koma og fara, men drívkraftin; hon má fyrst og fremst koma innan úr tær sjálvum, slær hon fast.
Mest av øllum gleðir hon seg tó til at hoyra allan tann føroyska tónleikin, sum Planet Awards fer at borðreiða við komandi leygarkvøld á Hotel Føroyum.
 
Um Channe Nussbaum
Channe Nussbaum hevur skrivað og framført tónleik í fleiri ár og hevur við trimum væl móttiknum fløgum sligið navn sítt fast sum eitt tað størsta innan klezmer tónleik í Danmark. Í næstum gevur hon út fløgu, har tilfari er ein blanding av balkan, klezmer salsa og popputum donskum tónleiki. Løgini hevur hon sjálv skrivað, meðan onkrir av tekstunum eru gamlar norðurlenskar fólkavísur. Tónleikararnir á fløguni eru allir væl kendir innan danskan jazz, heimstónleik og popptónleik.
Hon er kend og vird sum tónleikari í Danmark og hevur harumframt eisini verið við á festivalum aðrastaðni, m.a. í Polen, Ungarn, Týsklandi, Svøríki og Noregi.
Í USA varð Channe Nussbaum fyri stuttari tíð síðani kosin sum tann týdningarmesti tónleikarin innan endurnýggjan av jødiskari tónleikatraditión kring allan heim.
Gjøgnum árini hevur hon arbeitt við fleiri kendum tónleikarum innan alskyns sløg av tónleiki. Saman hava tey givið áhoyrarnum eitt serstakliga dámligt boð uppá heimstónleik í Danmark.
Í kvøld fer Channe Nussbaum á pallin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði og leygarkvøldið endar konsertferðin við eini framførslu á Planet Awards á Hotel Føroyum.