Tó, ikki so, at ein vildi fora fyri, at bókin verður givin út. Hjá einum frælsum fólki skal vera loyvt at skriva og hugsa sum ein og hvør vil. Hin vegin skal tað hjá einum frælsum fólki eisini vera loyvt at vera ósamdur og kunna siga tað so hini hoyra. Soleiðis skal tað vera, bæði fyri André Niclasen, Hera Mohr, málfrøðingar og fyri okkum øll, uttan at verða hildin fyri spott. Soleiðis fari eg at royna at skriva um málið, ikki at hagreiða hvørki navngivin fólk ella fólk uttan navn, rópt “málreinsarar”.
Eitt tað fyrsta, eg hefti meg við í greinini hjá Hera, er, at tað neyvan man passa í stóran mun, at “foreldur og eldri fólk eru ikki før fyri at hjálpa børnunum við teirra heimaarbeiði”. Allar-flestu foreldur á okkara døgum hava gingið í skúla eini 10-12 ár og minst tað, og hava sostatt eisini lært føroyskt heilt úr 1. flokki. Eisini munnu allar-flestu foreldur hava lisið júst hetta føroyska málið, ið hevur ment seg hesi seinastu 30-40 árini. Eg dugi illa at hugsa mær, at her munnu vera føroysk foreldur í dag, ið bert kenna seg heima í tí málinum, ið varð skrivað í 1950-60 árunum? Men eg skal viðganga, at Heri Mohr man hava púrasta rætt í, at øll “eldri fólk” ikki munnu halda seg føran fyri at kunna hjálpa ommu- og abbabørnum við sínum heimaarbeiði, Tað fer kortini neyvan at loypa kvøkk í nakran at fáa at vita, at soleiðis er støðan eisini í grannalondunum. Orsøkin er tann, at bæði málið sjálvt og mikið annað broytist í samfelagnum í einum og hvørjum landi. Har aftur at kunnu vit hava serliga málsliga broyting í einum lítlum samfelagi, ið er í ferð við at fóta sær og vinna frælsi í mun til eitt annað og størri land, ið fyrr hevur havt valdi. Soleiðis hevur støðan verið í Føroyum, eins og hon hevur verið tað í nógvum, nógvum øðrum londum í heiminum hesi seinastu 50 árini. Líka nógv dømir eru um, at málið í hesum somu “nýggju” tjóðum er eitt tað dýrasta, tey eiga í tjóðskaparligum høpi. Soleiðis eisini í Føroyum.
Hvat, ið føroyingar hugsa um dýrgripin, vit øll eiga, veit eg kortini eitt sindur um, hóast ikki so nógv sum Jógvan í Lon Jacobsen, ið skrivar í Dimmalætting hin 17. august. Í 2005 skrivaði eg ritgerð um føroyskt mál og støðu tess. Eins og í kanningini hjá í Lon Jacobsen, fann eg svar, ið peika í báðar ættir: tvs. bæði fyri og ikki-fyri purismu. Eg havi gjørt mær heiti “ikki-fyri” við vilja, av tí, at úrslitini vísa ikki, at nøkur fjøld er beinleiðis ÍMÓTI purismu. Hettar vil siga, at ímillum teir 120 føroyingar, ið eg tosaði við, fann eg bert 3 vaksin fólk, ið høvdu týðiliga meining og vóru beinleiðis ímóti puristiska rákinum. Tað verður ikki nakað stórt tal í %-um. Í spurninginum um nýggjyrði, vísti seg, at fólk vóru javnt býtt. Nakað óvænta, kortini, fann eg, at av fólkunum við minst 5-ára universitetsútbúgving uttanlands, søgdu so nógv sum 58.6%, at vit eiga at gera føroysk heiti fyri nýggj fyribrigdi. 26.7% í hesum sama bólki søgdu, at vit eiga at taka nýggj orð inn í ein vissan mun. 3.6% (bert 2 fólk) í bólkinum søgdu, at vit uttan umhugsan eiga at taka fremmand orð inn. (Hitt triðja fólki við hesari hugsan hitti eg í einum øðrum bólki.)
Hettar vil kortini ikki siga, at nakar av teimum fer at gera seg til løgreglu fyri hvussu føroyskt skal tosast. Í hvussu er, fer ein og hvør føroyingur at nýta hesi nýggjyrði um hann sjálvur vil, ella at tosa eitt mál við altjóða og/ella skandinaviskum orðum, um hann heldur vil tað. Men, at fólk (tvs. málfrøðingar) hava vilja hjúkla um hettar málið, tað eri bæði eg og nógv við mær glað fyri. Tað veit eg, tí tað søgdu hesi 120 fólkini mær í 2005, umframt nógv onnur, eg seinri havi tosað við. Tá eg spurdi hesi 120 heimildarfólk um hugburð teirra til Málnevndina, søgdu 60%, antin, at arbeiðið, tey gera er gott ella at vit hoyra ikki nóg mikið frá málnevndini. Tað vil kortini ikki siga at hini 40% halda, at Málnevndin ikki ger gott arbeið, ella, at hon eigur ikki at verða til. Nei, tí so nógv sum 25.8% vistu lítið ella einki um Málnevndina og søgdu seg ikki kunna siga nakað um hana og arbeið hennara av tí sama. Og tað haldi eg, at vit eiga at gera okkurt við!
Nógv fólk varnast soleiðis við málið og sterka árinið, ið hevur verið uttan eftir, og ikki minst varnast fólk við, at tað fer at verða nógv, nógv verri. Øll vita vit eisini hví: alheimsgerðin. Av hesum sama koma til okkara nútímans tól og hugsanir, ið føroyskt, eins og onnur mál (har ímillum tey skandinavisku) ikki eiga orð fyri frammanundan. Um donsk, norsk og svensk málrøkt er at taka øll hesi orð (helst ensk) beinleiðis inn í máli, saman við vendingum og ymiskum máliskum, eiga so vit at gera tað sama? Eg spyrji av tí, at eg sigi IKKI at “rætta” svarið er, at vit eiga at gera sum íslendingar. Eg spyrji fyri at fólk skulu hugsa sjálvi. Samanborið við tey trý skandinavisku málini, er føroyskt eitt sagnorðamál. Harumframt, er tað, eins og íslendskt, eitt mál við fýra føllum. Nógv, nógv fremmand orð fara at verða ógjørlig at benda og ring at stava á føroyskum, um vit taka tey inn í málið. Ella sum eitt av heimildarfólkunum (ið hevur umsett bøkur) segði við meg: “tey (fremmandu orðini) fara ofta at fylla so nógv, serliga í tí skrivliga”. Eitt annað fólk, ið situr í fyrisiting hjá landinum, segði tað stuttliga, ið eg ofta havi tikið upp aftur: “tá eg skrivi varnist eg við, at um eg royni at umseta beinleiðis úr donskum ella enskum uttan umhugsan fyri hvat er gott føroyskt, so verður bert orðavavstur burtur úr”. Eg skilti væl hvat tey meintu bæði, hvør á sín hátt, tá eg seinri havi hugsað um tvey dømir, eg skal taka við her.
Hettar amboðið, eg siti og geri mær nyttu av í skrivandi løtu. Hvussu skuldi eg bent ‘PC’, um eg eins og norðmenn valdi at rópa telduna ‘PC’ og ikki ‘kompjútari’. Niclasen nýtur TV í staðin fyri føroyska heiti sjónvarp, so PC skuldi eg saktans kunna brúkt? Skuldi eg siti og lagt hettar, eg skrivi inn á ella í ‘PC-in’, ‘PC-ina’, ella ‘PC-ið’? Ella uppaftur verri: skuldi eg, sum norðmenn siga, ‘putta alt inn í PC-in’? Um eg skuldi tikið greinina við mær og fari sjálv oman á skrivstovuna hjá Dimmalætting, skuldi eg flutt hana inn í ‘USB-pennin’, ‘USB-stickin’, ‘memory pennin’, ‘minnið-pennin’, ‘minnið-stykkið’ ella hvat? Ella uppaftur verri: kanska skuldi eg ‘transfera tað heila inn í mín memory stick’? At eitt flogvit hevur komið við tí snilda orðinum ‘geymi’, eri eg ógvuliga fegin um, tí so sleppi eg undan at ganga soleiðis og tvætla. Og eg fari at minna um, at hettar orðið er ikki komi frá teimum, ið André Niclasen rópar ‘málreinsarar’.
Spurningar mínir omanfyri eru greiðir at svara: styttingar av hesum slagnum rigga ikki væl í einum málið við føllum og staving, ið liggur ikki nær at talumálinum. Heldur ikki riggar væl at læna okkum sagnorð úr hinum málunum uttan at hugsa um hvørji sagnorð vit eiga sjálvi. Fara vit, eins og norðmenn, at taka inn til dømis hettar lítla ‘put’, fer tað at troðka ein hóp av góðum føroyskum orðum (eins og tað hevur gjørt í norskum). Úrslitið verður einans, at málið verður bæði fátækari, minni fjølbroytt, ja, eisini barnaktiga klossut. Hettar er syrgiliga gongdin í norskum, men, at gera nakað við tað nú er ógvuliga torført, tí har hevur ikki verið sigvenja at verja málið tey seinastu mongu ár. Sagnorðini ‘forsvara’ og ‘tonkja upp á’, ið Niclasen brúkar eru soleiðis bert tvey dømir millum nógv um tílík mishátt orð, ið vit klára okkum best uttan. Hjá mær er einki høpi í at siga at “verjuskipið skal forsvara ....”. Tað ljóðar bæði ljótt og óføroyskt, og føroyska hjarta mítt sigur mær at “verjuskipið skal verja føroyskan sjógv”. Heldur ikki passar, at “føroyingar í langsamiligar tíðir hava tonkt upp á mangt og hvat”, sum Niclasen sigur. Meg minnist ikki, at omma og abbi mín (ið nú høvdu verið 113 og 123 ára gomul) plagdu at siga at tey “tonktu upp á okkurt”. Nei, tey plagdu at siga, at tey “hugsaðu so ella so”, ella “høvdu hugsað um eitthvørt”. Soleiðis siga eisini foreldur míni, og tí sigi eg tað sama.
Eg skal ikki fara eftir allari bókini hjá Niclasen, tað ber ikki til. Eg havi kortini hug at taka nøkur dømir millum donsku heitir hansara við. Allastaðni spyr hann “hvat er skeivt við ....”? Og nógva staðni vísir hann so á hvussu reystmenni skrivaðu fyri einari øld síðan. Tá skal eisini sigast, at vit eiga øll at minnast til, at fyri eini øld síðan var tað skrivaða málið nýtt. Málið hevði í øldir verið illa troðkað av tí danska, og fáur hevðið lært annað enn danskt í skúlanum. Av tí sama var dagliga málið fyllt við danismum, og nýggj fyribrigdi fingu dansk heiti, samstundis sum nógv góð føroysk orð hvurvu. Tá Niclasen fleiri staðni vísur á hvørji orð, ið eru í orðalistanum hjá Svabo, eigur hann eisini at siga fólki, at Svabo sjálvur segði, at tað føroyska málið var tá so illa fyri og fyllt av danismum, at hann roknaði við, at tað fór at doyggja út. Hugsjón hansara var tí at skriva niður tað, ið var til av føroyskum orðum fyri, at komandi ættarlið skuldu vita eitt sindur um málið, ið tosað varð síst í 18. øld.
Eitt dømið, ið Niclasen spyr okkum hvat er skeivt við, er orðið “brandbilur”. Svarið er stutt og greitt: Alt er skeivt við tí! Fyrst og fremst hugsjónin, tí bilurin ikki skal nýtast til at brenna nakað, men til at sløkkja. Umframt verður ógvuliga skeivt við avleiðingini “brandmaður”. Bæði hugsjónin og orðið sjálvt verða skeiv; bæði í bending, staving og stjórnmálsliga (politiskt). Fyri ta fyrsta: tey fólk, ið hava hettar starv, skulu tey seta eld í? Nei, tey skulu sløkkja! Fyri ta næsta: vit siga ikki á føroyskum at ‘brandur er’. Vit siga, at ‘eldur er í’. Gott nokk siga vit, at ‘okkurt brennur’. Av somu orsøk verður ikki rætt at siga og skriva “brandmaður”, tí trupult verður at læra børnini føroyskt við at siga teimum at her má ‘d’ vera við í fyrra liðið av orðinum, tí soleiðis verður skrivað á donskum! Fyri tað triðja: tað eru ikki bara menn, ið eru við og sløkkja eld, ella hvussu? Hvat skulu vit rópa kvinnurnar, ið eftir hondini eru við? Skuldu tær verið róptar “brandkonur”?
Sjúkrarøktarfrøðingur er eitt annað av sama slagið, ið Niclasen skemtar við. Ikki at eg eri ovursliga glað fyri orðið, men hin vegin: Komið við onkrum betri, tey ið duga! ‘Sjúkrasystir’ (ofta framborið ‘sjúkasystir’) er sum ‘brandmaður’ og kann ikki nýtast í 2007. Tað verður at vóna, at hettar fólki er frískt og ikki sjúkt. Hann ella hon skal taka sær av teimum sjúku! Um vit tosa um menn, ið hava hesa útbúgving, verður ógvuliga óheppi at rópa teir sjúkrasystrar. Hin vegin verður tað løgið at nevna teir sjúkrabrøður, ella sjúkrabeiggjar. Altso, mátti okkurt gerast. At orðið, ella endingin (suffix), ‘frøði’ verður tikið uppí her, er óiva av stjórnmálsligum orsøkum, nú, ið øll, ið hava útbúgving út yvir studentprógv vilja hava eitt heiti fyri starvsøki sítt, ið skal siga øðrum júst tað. Hettar er eitt rák í hinum skandinavisku londunum við, og hevur at gera við støði samanborið við onnur í samfelagnum, lønartreytir, o.s.fr.
Í bókini hjá Niclasen er mangt og hvat, ið er stuttligt, tað skal sigast. Men tá skal eisini sigast, at har vantar í rannsøknararbeiðið hansara. Hettar seinasta eigur ein at kunna vænta sær av einum málkønum. Tvey orð, ið takast kunnu við sum dømir um vantandi arbeið, eru orðini ‘frøði’ og ‘køkja’ og meining hansara um tey. Sum málkønur eigur hann ikki at misnýta orð fyri at nøra upp undir vitleysu íslandsræðsluna, ið tykist at plágast nøkur fá. Orðið ‘frøði’ er ímynda eftir norrønum (og ikki bert íslendskum). Vit kenna til kvæði ið byrjar:
Eitt er frøði úr Íslandi komið
Skrivað í bók so breiða ......
Her er orðið hvørkikyn og merkir “evni til yrking ella kvæði”. Seinri hava so føroyskir málkønir, eftur vanligum mynstri fyri at gera orð, lænt hettar og gjørt sær kvennkynsending til at gera onnur orð.
Hitt heitið, ‘at køkja seyð’, er nakað, menn dugdu fyrr í tíðini, og sum pápi mín veit at siga mær frá um. (Orðið er eisini væl lýst í grein hjá Chr. Matras um orð, ið føroyskt hevur fingið úr keltiskum málum.) Seyðarhald er nógv broytt síðani hann var smádrongur fyri kríggi, og tí var hettar orðið næstan farið saman við nógvum øðrum. Um hettar orðið er tikið fram aftur og endurnýtt til okkurt annað, ja, so er tað beinleiðis so sum nógv av heimildarfólkum mínum mæltu til. Tá eg spurdi um vit eiga at fara í okkara egna tilfar og leita eftir orðum og hugtøkum fyri at gera nýggj føroysk orð, vóru meir enn 90% samd í, at tað fer at vera ein góð leið fyri føroyskt.
Um so íslendingar og skandinavar velja tað sama ella ikki, so skal eingin av teimum gera av hvat, vit fara at gera. Møsni um ikki at gera sum íslendingar og ikki at taka íslendsk orð inn kemur gjarna ikki uppí tá tosað verður við skilagóð fólk. Tá kjakið snýr seg um dýrgripin vit har eiga, tvs. okkara egna tilfar av orðum, og um vit eiga at brúka ella blaka hann burtur, fært tú eitt rungandi nei! Og tú fært gjarna eisini at vita, at vit eiga at fjálga um og vanda okkum um málið. Tað má gerast við fjølbroytni – við at endurnýggja og nýta gamalt tilfar eisini, har tað letur seg gera. Stór semja var soleiðis millum heimildarfólk míni um, at vit eiga at ansa eftir og varðveita mál okkara.
Kortini, lagið okkum minnast til, at sum Jógvan í Lon Jacobsen sigur í grein síni hin 17. august, so eru fólk flest á miðu leið millum tað, ið Niclasen tekur til orða fyri og tað ógvusligu purismu, hann leggur summi av bestu málfólkum okkara undir fyri.
Móðurmálið
Eg fann teg í kvæðum, sum fólkins varrar
lyftu úr øld í øld,
eg fann teg í søgum og sagnatali,
har fólksins brøgd vóru tøld,
eg fann teg í mjúkum barnaljóðið,
sum sungið varð vetrarkvøld.
Eg fann teg í orðum, sum møður mæltu
stákandi inni við eld,
eg fann teg í teimum hyggjuráðum,
í orðatøk vóru telgd,
eg fann teg í teimum føgru nøvnum
á fjøllum, áum og deld.
Eg fann teg hjá einsligum stórmennum,
ið festu teg fyrst á blað,
eg fann teg í tí væna ljóðið,
sum skaldið um oyggjarnar kvað
– eg fann teg nú aftur, nú andi tín
teg loysa úr fjøtrum bað
Chr. Matras, 1938
Tórshavn/Grimstad, 29. august, 2007