Vit eru í stillu viku og størsta hátíðin á árinum og í kristnilívinum stendur fyri durum. Men tað er alt annað enn páskafriður, ið valdar í dagsins Europa í dag og sum stendur ovast á dagskránni. Kríggj er á Balkan og túsundtals Kosovo-albanar eru og verða riknir frá húsi og heimi út í óvissuna, óttan og deyðan, meðan NATO roynir at basa Slobodan Milosevic.
Hóast intensivan tíðindaflutning úr krígsherjaða økinum, veit alheimssamfelagið lítið, hvat rørir seg í teimum neyðars fólkum, ið hesum døgum ongan góðan eiga uttan seg og síni.
Eins og internetið er miðilin hjá teimum verkfalsraktu í Føroyum, er hesin eisini miðilin hjá teim krígshóttu í Kosovo - at boða út tað tey ynskja mest av øllum. Frið. Á heimasíðuni hjá The Institute for War & Peace Reporting, ið er www.iwpr.net ber til at lesa greinir, frágreiðingar og viðmerkingar frá lesarum úr øllum heiminum um støðuna. Av teirri síðuni ber til at leita víðari inn á heimasíðuna hjá The Kosovo Liberation Peace Movement undir leitistaðnum www.klpm.org
Fyrsta orðið lesarin heftir seg við á hesi heimasíðuna er føroyska "friður". Og so øll hini kendu við sama týdningi "peace", "mir", "paz" og so framvegis. Alt undir liðini av albanska flagginum.
The Institute for War & Peace Reporting, stytt IWPR, er ein óheftur miðil. Uppgáva teirra er at taka lut í altjóða kjakinum um kríggið og tvídráttin, og at geva røddum, ið virða fólkaræðið, rásarúm. Gjøgnum hetta arbeiðið vil IWPR vera við til at loysa tvídráttin og at styrkja civila samfelagið, fólkaræðið, lóg og landaskil.
Instituttið varð stovnað í 1991, og høvuðsuppgávurnar hjá tí liggja á Balkan, Kaukasus og í øðrum økjum í Eystureuropa og fyrrverandi Sovjett-samveldinum.
IWPR hevur javnan umboð í Albania, Armenia, Azerbaijan, Jugoslavia, við krígsrættardómstólin í Hague, Makedonia and í Georgia.
Albanski spurningurin
Hvør kennir til Kosovo, Albania og albanska fólkið? Hvør hevði roknað við, at næsta kríggið í Europa skuldi verða í hesum trimum londum? Nógv vita ikki, hvar hesi økini liggja og blanda ofta hendingar og støð saman - sum um talan var um fyrrverandi Sovjett-samveldið ella okkurt heilt annað.
Sambært The Kosovo Liberation Peace Movement kennir alheimssamfelagið ikki albansku søguna og hvat albanar stríðast fyri. Svarið til tann spurningin er "The Albanian Question".
Hjá albanum er Kosovo miðdepilin í søguni um "The Albanian Question". Í Kosovo búgva miljónir av albanum undir serbiskari leiðslu. Kosovo liggur miðskeiðis á Balkan við Albania, Makedonia, Serbia og Montenegro sum marknalond.
Serbar siga seg eiga Kosova sum teirra Jerusalem og andaliga hjarta. Um tað er støðan og albanar eru 90 prosent av fólkatalinum í økinum, er serbiska hjartað transplanterað í ein fremmandan kropp, sum er Albania.
Síðani miðøld hevur stríð verið milluum serbar og albanar í Kosovo, og síðani hevur økið verður hótt av kríggi. Ein loysn má finnast til henda tvídráttin og eitt svar givið til "The
Albanian Question".
Eitt er vist. Serbar geva ikki Kosovo frá sær og albanar siga ikki rættin til Kosovo frá sær. Albanar vilja ikki longu lata sær lynda serbiska leiðslu, politisk rættarmál, etniskan mismun, hópmorð og ræðslustýri. Teir vilja einki annað enn sjálvræði og altjóða viðurkenning fyri, at Kosovo er teirra land.
Albanar eru æraðir yvir at Móðir Teresa, ið var Kosovo-albani, tosaði um sína trúgv fyri trimum amerikonskum forsetum gjøgnum tvey ártíggju. Í dag skilja Kosovo-albanar ikki, hví amerikanarar og heimssamfelagið annars ikki krevur mannin, ið hevur ábyrgdina fyri útreinsanini og krígnum, Slobodan Milosevic, fyri ein krígsdómstól.