Vit liva í eini tíð, har alt skal ganga við rúkandi ferð, alt skal ganga so skjótt. Men spurningurin er so bara, um vit fáa meira tíð til næsta okkara, sum er tað vesentliga við lívinum, hugleiðir Malmberg D. Olsen
So fóru vit um nýggjársgott við einum áhaldandi lágættarvindi og dimmveðri, nú farið er um trettanda dag, og alt jólaprýðið hvørvur úr gluggunum og gerandisdagurin er ein veruleiki aftur.
Framman fyri okkum liggja 365 dagar plus eitt sekund. Um hvør einstakur av okkum eigur allar 365 dagarnar er fjalt fyri eygum okkara. Eitt vanligt mannalív sigst at verða 25.550 dagar. Hesar sannleikar hevur Símin av Skarði avmyndað fyrimyndarliga í einum av vøkru sálmun sínum »Tann Gud sum valdar ævum øllum«, har hann í 5. versi sigur:
Hvat nýggja árið vil mær veita,
Tað fjalt og dult er fyri mær.
Men, Guð mín, eg vil á teg heita
Og biðja eina bøn av tær:
Lat verk mítt lítið ella stórt
Til tína æru verða gjørt.
Mær tykir at hettar er ein megnar áminning at hava við sær inn í tað ókenda tíðarinnar hav, har mangan er illa sjógvað og nógvar ýðir eru uppi á leiðini, sum vit við egnari hjálp ikki eru før fyri at koma ígjøgnum.
Gud hevur ongantíð lovað at leitt okkum uttan um tær sváru hendingarnar, men hann hevur lovað at leitt okkum ígjøgnum tær, og tað fer hann eisini at gera í komandi døgum.
Tíðin er dýrabar, men so fingu vit eitt sekund aftrat sigst, men tað fer tann einstaki neyvan at merkja nakað til, men tað skerst ikki burtur, at tað var mangan í síðsta sekundi, at bólturin bleiv sendur í netið, og sigurin var veruleiki, ella teir lógu stavn um stavn inn móti málinum, men tað var í síðsta sekundi, ein bleiv stavnin framman fyri og vann róðurin, ella tað var tann neyðstaddi sum bleiv bjargaður í síðsta sekundi. Soleiðis er so nógv vit kundu nevnt úr lívsins harða leiki har sekundið gjørdi munin.
Vit liva í eini tíð, har alt skal ganga við rúkandi ferð, breiðbands fepurin er yvir landi okkara, ein farin tíð at sita og bíða framman fyri telduni í nakrar minuttir. Tað skal verða í einum sekundi, tú fært forbindilsi út í heim.
Spurningurin er so bara: Fekst tú so meira tíð til tín næsta, sum er tað vesentliga við lívið okkara?
Hagtøl vísa, at ongantíð hava verið so nógvar skilsmissur, sum í 2005. Hettar er ein sorgarleikur fyri land okkara í allari vælferðini sum sigst at vera. Helst eru tað nógv ólukkulig børn aftan fyri tær vøkru fasadurnar, og ágangurin ímóti tí normala hjúnarlagnum harðnar, so tað sum er ónormalt skal gerast normalt.
Hvat hevur so tað nýggja árið at bjóða tí einstaka? Treysti og áræði skal til, um ein skal vinna fram á leiðini. Allar fiskivinnusamráðingarnar tykjast at vera komnar uppá pláss, okkara fiskifloti hevur somu møguleikar, sum undanfarin ár at veiða fisk av grunni, og eitt av teim heilt stóru arbeiðsplássunum við 100 fólkum umborð veiðir svartkjaft, sum verður viðgjørdur umborð. Vit hoyra, at útlitini eru góð fyri árinum, sum vit eru komin inní.
Bankar og sparikassar geva út av trumluni fyri at nótin kann søkka djúpt, so møguleikarnir fyri at fáa meir í gerast nógv betur, og tað skal tann einstaki kundin veruliga merkja í húsarhaldinum verður sagt.
Og íslendingar hava boðað frá, at teir ætla sær bankavirsemi her á landi, so sigast má, at møguleikar fyri framburði eru í eygsjón.
Og tó nýggjársbálið er ikki meir enn slóknað, tá ein fráboðan til ST setur alt í brand ein fráboðan, sum sigur at mitt í Atlantshavinum býr eitt fólk, sum hevur búleikast á hesum oyggjum í øldir, sum eita føroyingar.
J. Patursson yrkir í sanginum »Boðar tú til allar tjóðir« í vers 2: »Føroya mál á manna tungu merkir: Her býr Føroya fólk«.
Ein serfrøðingur fyri og annar eftir trína inn á vøllin við sínum metingum, summir við gula kortinum og aðrir við tí reyða, siga sína hugsan um hesa fráboðan og framtíð okkara sum tjóð.
Tað verður neyvan henda fráboðan, sum kemur at merkja gerandisdagin hjá føroyingum, men treysti og áræði eins og í undanfarnu tíðum.
Eitt sekund aftrat, vit kunna gleðast um hvørt sekund dagurin leingist fram yvir og myrkrið má umsíðir dvína fyri ljósinum, og tað er júst boðskapurin, sum jólahátíðin bar okkum við frelsarans føðing.
Veður og vindur má sær ráða, men tað ber mót ljósari tíðum, sjálvt um tað í skrivandi løtu tykist, sum myrkrið berjist í móti ljósinum, sum tó umsíðir fer at sigra. Sólin kemur so við og við hægri upp á luftina og fer sum frá líður at kalla alt lív fram, sum hevur ligið í dvala ta myrku tíðina av árinum.
Hetta er ein føst skipan frá skaparans hond ár eftir ár, her skulu ongar samráðingar til. Guð segði: Og tað bleiv so.
Við ynski um eitt gott nýggjár.










