Norðdepil: Ja, tað hevði verið stórt spell um teir ikki vórðu savnaðir á einum staði, sigur Hans Jørgen.
Saman við tveimum øðrum sundamonnum Símun Sivertsen og Absalon Lydersen hevur hann sett sær fyri at fara undir eitt motorsavn.
Her er ætlanin at fólk skulu kunnu síggja nakrar av teimum gomlu bensin-motorunum. Hóast onkur teirra er um 70 ár, so er ætlanin at teir skulu kunna setast í gongd.
Teir arbeiða í løtuni við at rigga til og mála stovuna í gamla skúlanum til eitt slíkt savn. Og gongur sum teir ætla og vóna, so er ikki óhugsandi at fólk sleppa at síggja ein part av savninum longu í summar.
Tá vit vitjaðu á savninum seinnapartin í gjár stóðu tveir teir fyrstu motorarnir í savninum.
Men tá alt verður liðugt er ætlanin at enn fleiri motorar skulu standa her, eins og greitt skal verða frá søguni hjá hesum motorunum.
Spennandi arbeiði
Hesir motorarnir, sum teir hava savnað higartil eru bensinmotor.
Hesir motorarnir høvdu sína gulltíð áðrenn og aftaná seinna heimsbardaga og fram til nakað út í fimmti-árini.
Men tá dieselmotorarnir byrjaðu at koma fram, fækkaðist talið av hesum bensin-motorum. Vandi var nú fyri, at hesir og søga teirra skuldi hvørva.
Men hesir tríggir menninir í Hvannasundi vilja tað øðrvísi. Teirra ynski er at savna fleiri av hesum motorum í einum savni. Her skal so almenningurin fáa møguleika at síggja hesar motorar, fáa søgu teirra at vita og eisini kunna hoyra, hvussu væl teir gingu.
Ein av hesum báðum fyrstu motorunum í savninum er bláur á liti. Hann stavar heilt afturi frá 1938.
Tað sært tú her á skeltinum. Við síðuna av árstalinum standa so tvey onnur tøl, sum helst vísa dag og mánað, nær motorurin var liðugur, tá fyri 66 árum síðani.
So tú skilir, at hetta er eitt spennandi arbeiði, sigur Hans Jørgen.
Við liðina á hesum bláa motorinum stendur ein grønur motorur. Og eftir tí sum skilst, so er hann nakað eldri enn tann blái helst í tíðarskeiðnum millum 1932 og 1938.
Stórt arbeiði
Teir tríggir Símin, Hans Jørgen og Absalon hava allir havt áhuga fyri motorum í fyrstu syftu, men eisini gomlum bilum.
Einaferð teir tosaðu saman um hetta kom hugskotið at gera eitt slíkt motorsavn í heimbygdini. Teir søktu so Hvannasunds kommunu um eitt høli, og tað var beinanvegin at teir fingu ávíst gamla skúlan í Norðdepli.
Her eru teir nú so smátt byrjaðir at innrætta ta einastu skúlastovuna til motorsavn. Ætlanin er, at fólk skulu kunna síggja eitt avmarkað tal av motorum longu í summar.
Teir liggja longu inni við fleiri motorum, og nú verður so arbeitt við at fáa fleiri teirra lidnar til summarið.
Tað sær kanska ikki nógv út, tá ein motorur stendur her sum nýggjur, vakurt málaður og har alt skínur. Men tað er eitt sera drúgt arbeiði at rigga ein slíkan motor til.
Tak bara henda bláa motorin her vit byrjaðu uppá hann seinasta summar, og fyrst í vetur er hann vorðin liðugur, greiðir Hans Jørgen frá.
Sovítt teir vita, er einki annað savn av slíkum slagi í landinum, men í grannalondum okkara finnast fleiri slík.