KT
Í hesum døgum, tá ið Føroyar nærkast einum KT-vinnupolitikki er ein nýggj føroysk KT-fyritøka sprotin upp úr nýggjum.
Fyritøkan kallast fyri Kervi. Slagorðini hjá fyritøkuni eru teld og tøkni. Men stamstundis eru teir so nógv annað enn hetta, siga teir.
Teir hava megnað at fingið í lag ein samstarvavtalu við heimsins størstu KT-fyritøku, IBM. Teir hava fingið loyvi til at kalla seg fyri IBM Business Center. Tað vil í veruleikanum siga, at teir eru at rokna sum eitt slag av einum umboð fyri IBM, har tær hava servitan innan teirra útbúnað og annað.
Kervi verður ein fyritøka av tí slagnum, sum fer at venda sær til fyritøkur og virki sum kundar. Tað er ikki ætlanin at fara undir virksemi við at selja útbúnað og annað til privatfólk, hóast hesi sjálvandi kunnu keypa loysnir frá teimum.
Jónsvein Joensen, sum er nevndarformaður fyri Kervi, sigur, at tað ber til at lýsa virksemið hjá fyritøkuni í trimum pørtum: Ráðgeving, tøkni og menning. Tað vil siga, at fyritøkan er til reiðar at bjóða annað enn bert tøkni og útbúnað. Hetta merkir, at fyritøkan vil kunna fara inn og ráðgeva fyritøkum í at skapa ein KT-politikk so at siga.
Einki in.fo
Hóast fleiri av starvsfólkunum hava royndir við at arbeiða hjá øðrum fyritøkum, so siga teir, at her er talan um eina heilt nýggja fyritøku, sum hevur sett sær nøkur mál. Sum áður nevnt, so ætla teir, ella rættari sagt tey, at spenna teirra virksemi rættiliga víða. Samstarvið við IBM kemur at spæla ein stóran leiklut. Teir fara eisini at leggja dent á at útvikla skipanir, har tað serliga verður Lotus Notes, sum teir fara at leggja dent á.
Teir hava í øðrum høpi roynt seg við einum portali, men hesin er farin í søguna, og eingin nýggjur er á veg.
Átta fólk fara at starvast hjá fyritøkuni, sum fer at halda til uppi á Hálsi, beint við Havnar Timburhandil. Tað eru fimm starvsfólk, sum eiga fyritøkuna










