Eitt samfelag uttan livandi list er steindeytt og turrgelt

Hetta segði Ólavur Rasmussen, prestur, millum annað í sera hugtakandi røðu, tá hann setti tann partin av Listastevnuni, sum er í Gallarí Oynni á Tvøroyri. Har sýna listafólk úr Føroyum og Danmark fram

 
Zacharias Heinesen, Stine Ring Hansen og Steffen Luttge sýna fram í listaskálanum á Tvøroyri ? Oyggin ? í hesum døgum.
Framsýningin í Oynni er partur av listastevnuni. Stine er 36 ár og mett at teljast millum evnaríkastu ungu høggmyndlistafólkini í Danmark.
                      Steffen er 59 ár og hevur í meira enn 40 ár fingist við høggmyndlist og hevur havt framsýningar kring alt Europa.
                      Umframt at fáast við høggmyndlist og sýna fram saman, eru tey bæði eisini gift.
                      Zacharias er føddur í 1936 og málar landsløg, ið ofta eru skipað í kubistiskar formar. Flestu føroyingar kenna verk hansara og sagt hevur verið, at hann fær oyggjar okkara at síggja út, sum eru tær flótandi oyggjar.
 
Ólavur setti stevnuna
Ólavur Rasmussen, prestur í Leirum í Hvalba, setti hendan partin av Listastevnuni og hann fegnaðist í áhugaverdari røðu um at fáa loyvi at seta stevnu og framsýning.
Hann segði m.a., at torført er at definera list, eins og tað er torført at definera sjálvt lívið. Bæði hava tað til felags, at tey eru torfør at seta í bás og verða tey tað, so verða tey kvald.
Ólavur Rasmussen endurtók ymiskt eftir Kierkegaard og tað var eisini hann, ið segði, at lívið er sum eitt flot. Tey flestu sita sum sílafiskarar við áarbakkan og hyggja at flotinum. Listafólk hava hinvegin ikki áhuga í flotinum, men í tí, sum fyriferst á botni, og samanbar Ólavur hereftir listafólk við eina á, har tey ungu eru sum áarføri og í støðugari leitan, men allur originalitetur byrjar sum kopi. Máað verður av lívsins áarbakkum og at enda rennur vatnið við minni ferð og er klárari, men ein kann enn granska í hesi mynd av ánni, sum tykist so løtt, men sum tó er meira, og í fragd um listina hoyrast dunini frá fossinum, sum ein veit streymaði ígjøgnum penslastrokini.
                      Eitt samfelag uttan livandi, skapandi list er eitt steindeytt og turrgelt samfelag og bara hann, sum ræðist lívið, ræðist listina, metti Ólavur.
                      Ólavur greiddi frá sínum tilknýti til listamannin Zacharias Heinesen. Sum prestur í Suðurslesvik søkti ólavur grunnar um pengar til nýggja kirkju til donsku meinigheitina í Husum. Mærsk Mckinney Møller vildi fegin gjalda alt sjálvur. Fegin um hesi gleðiboð ringdi Ólavur Rasmussen til Zacharias og  heitti á hann um at mála altartalvu og bleiv hann harvið hin fyrsti føroyingur at mála talvu til kirkju uttanlands, tað Ólavur veit um.
                      Ein krókur í Leirum er settur av og har hanga útkast til altartalvuna og tey fegnist eg um hvønn dag, segði Ólavur Rasmussen millum annað.
                      Heimsspekingurin William James gekk ein dagin túr í Cambridge, hetta er á leið í ár 1900. Saman við honum vóru tveir studentar, genta og drongur. Ímóti teimum kom hábærsligur maður við hvítum skeggi, hann bar hatt og svingaði stavinum aftur og fram. Hann var sjónliga burur í øðrum heimi. ?Líkamikið hvør hasin er, so er hann ímyndin av einum fráverandi professara?, segði gentan.
Tá segði James; Tað tú veruliga meinar er, at hann er nærverandi onkra aðrastaðni.
So skjótt kunnu orð, strofur og strikur flyta okkum, tá fordómar fella, segði Ólavur Rasmussen millum annað, tá hann setti Listastevnu í Gallarí Oynni á Tvøroyri.