Eitt sindur um rávøruríkið og menta anno 2012

Heri Mohr
----

Í Føroyum hava vit ráevni og rávørur. Í dagligari talu man tað vera so sum so, hvussu hesi orðini verða brúkt. Okkara fjølmiðlar og okkara politikarar tosa og skriva nógv um rávørur. Lat okkum sláa fast, at í Føroyum eru ráevni og rávørur, ið treyta okkara dagligu tilveru.
Vit kunnu kanska seta hetta upp soleiðis:

Ráevni í Føroyum:
*Frumevni (grundstoff) og mineralir: einki.
*Olja og gass: einki. (at arbeiða offshore er ikki ráevni.)
*Kol og torv: eitt sindur. Verður næstan ikki brúkt.
*Fenaður og fiskur: avmarkað.
Fiskur og annað, sum livir í sjónum, hevur størsta og avgerandi týdning í tí føroyska búskapinum.
Ráevni í vanligum týdningi (olja, gass og mineralir) hvørva og verða ikki endurnýggjað, so hvørt sum tey verða tikin, meðan tað, ið hevur lív (fiskur, seyður, fuglur o.a) skal røkjast væl og við góðum skili, annars hvørvur tað.
Um ráevni kann sigast, at tað er tað vanliga undirstøðið í tí politiska búskapinum í framkomnum londum.

Rávørur í Føroyum:
Rávøra kann vera hálvliðug ella liðug vøra, alt eftir hvussu mett verður.
Úrdráttur úr fiski og seyði er rávøra. Livandi fiskur, seyður og fenaður er ikki rávøra.

Málbúnin í okkara mergjaða og málmríka skaldskapi um Føroyar, um Føroya fólk og um tað, sum svimur í sjónum, fenaðin á landi og fuglin í luftini sampakkar ikki við ta sálarleysu rávøru-terminologiina, sum verður brúkt, eitt nú av okkara fjølmiðlum og politikarum. Hjá hesum tykist deyður fiskur, fenaður og fuglur at vera rávøra.
Sum smádreingir plagdu vit at keypa royttan lunda úr tættleypi frá nólsoyingum niðri á Kongabrúnni; 20 oyru fyri hvønn fuglin. Eg veit einki um, at tað var rávøra úr Nólsoy, ið mamma borðreiddi við úti í Skansagarði, tá ið vit ótu kókaðan lunda til døgurða.

Eitt hugsað ráevni tók seg upp, so løgið tað ljóðar, í 1999, tá ið løgtingið játtaði milliónaupphæddir til eitt oljumálaráð – við ongari olju. Hetta endurtók seg og stóð við í 5 ár til 2003. Hesi árini játtaði løgtingið umleið 200 milliónir til olju-og sjálvstýrispolitikk. Um vit falda við lítlu tabell – her krevst ikki tann hægra matematikkin – og plussa hetta við teimum 733 millióniunum (548 milliónir hjá skúlaverkinum og 185 milliónir hjá almennari forsorg), sum løgtingið tveitti burtur í 2002 og 2003, tosa vit her um almennan pening í milliardatali, sum varð brúktur til olju in spe, loysing og burturbeining.
Var hetta ikki hasarderað roulettuspæl um framtíðarlagnu Føroya fólks – við skattaborgaranna peningi sum jetónir?!
Tann glamourøsa loysingarsamgongan, ið framdi óbótagerðir, hvarv við brestin ein dagin í klandri um eitt lás úti í Tinganesi. … Hurðar brustu og borð og skuffur vórðu sópað… Men tungt og møtimikið er hjá skattaborgaranum at taka upp…
Vit mugu ongantíð gloyma, at tað vóru loysingarkreftir í løgtinginum og úti í Tinganesi, ið framdu hesar óbótagerðir móti Føroya fólki, og at orsøkin til, at samgongan skrædnaði, var, at nú ræddist hon sítt egna barn. Ætlanin var nevniliga at halda fram við ørskapinum. 117 milliónir í blokkinum, oyramerktar til serforsorgina, skuldu sambært samgonguskjalinum burturbeinast. Sjálvandi uttan at útvega landskassanum aðrar inntøkur í staðin fyri.
– Men lásið og tann stongda hurðin úti í Tinganesi – hvussu við tí? Undanførsla! Sjónleikur – við øllum statistum – ið kann minna okkum um komediuna Grannskoðarin hjá Gogol ella sjónleik hjá Holberg:

Av bók um politikk tú teg
kanst læra mangt at kanna,
men leiða land á rættan veg,
til tað krevst meira og annað.

Øll kenna vit søguna hjá H. C. Andersen um tveir skálkar, embætisfólk og ein keisara í nýggjum klæðum. Ikki fyrr enn eitt lítið barn rópti, ”pápi, keisarin er nakin,” rópti alt fólkið, ”mín sann er hann nakin.”

Vónandi hava hesi 5 árini lært okkum, hvussu almennur peningur ikki skal handfarast. Men hetta var ein dýrur umgangur og dýr læra. Tann fólkaræðisligi tryggleikin hvarv, og ein nýggjur ótryggleiki uppstóð.
Legala misbrúkið av skattaborgaranna peningi, sum fór fram í 80-unum, og sum koppaði øllum samfelagnum – landskassanum og bankunum og húsum og heimum – í oktober 1992, vísti seg nú aftur, 7 ár seinni, við øðrum og nýggjum, klaustrofobiskum avleiðingum. Man nakar av teimum politisku ”aktørunum,” sum tá vóru, seinni hava iðrað seg um gjørda gerð, sum betri var ógjørd?
Det bødes der for i mange år ....

Føroyskt ráevni in spe hevur órógvað vanliga hugsan. Við (higartil) ongari ítøkiligari olju í tí føroyska land- og sjóøkinum og 12 ár við oljuhetzi og áhaldandi indoktrinering, í stóran mun fíggjað úr landskassanum í nevnda 5-ára skeiði, hevur gandaorðið rávøra avskeplað okkara hugsunarhátt, tosingarlag og veruleikasans. Vit tosa og virka óumhugsað. Í ekstremismu. Fantasiprojekt flúgva í luftini. Í hesum døgum verður í rama álvara tosað um, at Tórshavn, okkara ”løjerlige gamle hovedstad,” sum William Heinesen setti á heimskortið, skal gerast ein ”livandi universitetsbýur,”sum, kanska við avtøku av lógum og aldargomlum siði, skal rættvísgera staðbinding av teimum ungu til tvungna útbúgving í Føroyum. Og kanska eitt universitetshospital, sum forðar sjúklingum í at fáa serviðgerðir á universitetshospitalinum í Keypmannahavn. Tunnlar sum murran fyri milliardir. Ein glæstriborg til skúlaverkið, sum hevur hingið í luftini í longri tíð eins og ein fremmandur science-fiction fuglur, sum tykist leita, hvar hann frægast kann seta seg í okkara viðkvomu náttúru.
Men hví skal ein so átrokandi skúlabygging sum tann undir Gráasteini dragast út í tað óendaliga? Tað tók jú løgtinginum ikki meira enn eina triðju viðgerð at avgreiða fíggjarlógina 2002, meðan landsstýrið við tveimum telefaxum jólavikuna 2001 gav donsku stjórnini boð um at morla av landskassans gjaldføri (við sama kvika, destruktiva handalagi varð skjalagoymslan hjá Løgtingsskrivstovuni – hon fór í søguna 1948 – uppi á løgtingsloftinum burturbeind, kanska brend, einaferð fyrst í trýssunum).
Nær man løgtingið fara at finna tað mannsømiliga tyngdarpunktið í føroyskum politikki?

Vit syngja: ”Fast stóð í fonnum eitt fjalladalsfylgi;””Fiskurin bítur, nú nýtast raskar hendur;””Nú fiskur er á grunninum;””Syftast fagrir fiskar fram við strendur;””Á seiðabergi piltur stóð, berggyltan bjørt glógvar” o.s.fr. Enn hevur eingin yrkt mergjað um ”ráevni og rávøru Føroya.” Tað kemur kanska. M. A. Jacobsen er tolin.
Mads Andreas Jacobsen, vanliga kallaður Mass, hesin siðiligi mentamaðurin, stakk onkuntíð inn á gólvið hjá okkum úti í Skansagarði. Einaferð í 1942, tá var heilsan hjá honum farin at bila, kom hann spákandi frá Reynagarði oman á Tinganes. Hann, ið hetta skrivar, var beint tá so gáloysin at tveita eitt og hvørt smávegis á vegin har tætt við Bakkapakkhúsið, sum Landshandilin brúkti til vørugoymslu, og sum nú er skrivstovuhús hjá landsstýrinum. M.A.J. var tá borgmeistari í Havn. Við sínum stillføri segði hann blídliga, als ikki ákærandi, at eg átti ikki at tveitt órudd frá mær. Eg tók tað upp og koyrdi tað í lumman. Slíkt fer ikki í gloymibók. Hann doyði 31. mai 1944. Tríggjar dagar seinni var yrkingin hjá Janusi Djurhuus, So náddu tey fram, tey døpru boð… í Dimmalætting.

Brunnurin er stórur. Í rama álvara verður møsnað um, at við øllum okkara rávørum/ráevnum teljast vit millum tey ríkastu londini í heiminum.
Júmen, so stendur bara væl til. Arkitektonisk fantasiprojekt við einum nýggjum universitetsbýi; glæstriborg, sum ikki er í harmoni við okkara náttúru; berghol í rúgvu o.s.fr. Alt úr sama rávøru- og ráevnisbrunni.
Álvaratos: hava vit mist fótafestið?

Hví rýma fólk av landinum? Løgtingið hevur nú sett eina nevnd at kanna, hví so er. Tað – løgtingið – kannaði eisini fyri nøkrum árum síðani, hví fólk ikki stetaðust úti á bygd! Fekk tann kanningin fólk at stetast og trívast í teimum smærru bygdunum?
Tað er nú einaferð so, at um vit ikki trívast, har vit eru, kann tað gerast neyðugt at flyta aðrastaðni at búgva. Klandur og kegl er ikki óvanlig orsøk til slíkar fráflytingar. Í løgtinginum er klandur dagligur kostur. Man tað ikki vera júst hetta og so tann ósiðaða, fyri ikki at siga primitiva, umsitingin av skattaborgaranna peningi í eina fjórðingsøld, ið er tann veruligi trupulleikin, sum nógvir føroyingar ikki orka at liva við? At fáa ein ”livandi miðbý” í einum ”universitetsbýi” í okkara fitta, lítla høvuðsstaði loysir einki problem. Tvørturímóti. Ikki at kenna sínar avmarkingar kann vera óheppið við álvarsligum avleiðingum.
Annars er einki nýtt í hesum, at fólk fara av landinum og festa búgv aðrastaðni. Tað hava tey altíð gjørt, og tað fara tey framhaldandi at gera. Ikki bara í Føroyum. Um tann føroyski ungdómurin skal stavnbindast ella staðarbindast við einum føroyskum ”universitetsbýi” til tess, at tey ikki skulu fara av landinum at fáa sær útbúgving, kann tað líðandi gerast trongligt í Føroyum. Í Danmark t.d. búgva eini 20.000 føroyingar og í Føroyum 48.000 – 35.000 eldri enn 18 ár. (Á einum miðalstórum fótbóltsvølli við áskoðaraplássum fáa vit øll pláss). Hvussu breyðføða vit 70.000 føroyingum í Føroyum? Her er ikki hugsað um politikarar, akademikarar og onnur væl bjargað í fólkaheiminum Føroyar, har fá hava ov nógv og færri ov lítið!!
Innisteinging av teimum ungu verður sum sagt byrjanin til ein líðandi enda. Ein kendur rithøvindur eksponeraði mannalívið við vøgguna og grøvina; barnið og oldingin. Hetta er bílætliga sagt byrjan og endi av mannalívinum, sum harðrendir og óhepnir politikarar kunnu gera tungt og strævið og trupult. Tá er tað, at fólk stinga í sekkin.

Í hesum døgum hótta ávís fólk landsstýrið og Løgtingsins fíggjarnevnd við álvarsligum tiltøkum, um okkara politiski myndugleiki ikki játtar meira almennan pening til mentan.
Fyri 2000 árum síðani segði ein rómverskur heimspekingur, rithøvundur og politikari, at ”tað, ið lógin ikki bannar, bannar sømileikin.”
Sum øll vita, stendur á hjá landskassanum at svara hvørjum sítt. Burturbeiningin – og hetta skal skiljast bókstaviliga – av almennum peningi, sum byrjaði í 2002, er orsøkin til, at landskassin hevur havt dundrandi rakstrarhall øll tey seinastu árini – og fer ætlandi framhaldandi at hava tað.
Spurningarnir eru legio. Hvussu kann tað bera til, at eitt fólk, sum barnsliga breggjar sær av síni egnu mentan og dygdargóðsku, kann fremja nakað so ómentað, fyri ikki at siga primitivt, sum at burturbeina pening ætlaður til tey eymastu økini í okkara samfelag – uttan at útvega aðrar inntøkur í staðin fyri?
Hvør kann trívast umborð á einum skipi, har sjálvsagdi tryggleikin verður tveittur fyri borð av sjálvum skiparanum? Tá er ikki annað at gera enn at rýma av skipinum.

Alt broytist. Fyri 2000 árum síðani vóru føroyingar als ikki til. Fuglur og fiskur hevði tá óivað góðar dagar í bergunum og havinum, sum í dag er ogn Føroya fólks. Men orðini hjá Seneca – hann var valla nakar errin, sjálvpromoveraður mentamaður – kundu so væl verið søgd av siðiligum, skilagóðum fólki her heima hjá okkum.
Tí spyrja vit: hvar er sømileikin?
Sníkjandi, óunniligt lagnudun, sum paukur hjá Beethoven, hoyrist millum dalar og fjøll.
Kanska er tað bara Palleba og Marsanna og onnur hálvdul og dul, sum, eins og tann duli Beethoven, hoyra ljóðið. Løgtingslimir og annað mentafólk hava átrokandi mál at hugsa um og ikki stundir at lurta eftir slíkum órógvandi larmi.