Eitt sindur um skattur og skattaprát

Bergur Jacobsen
-----

Pápi mín plægdi at fortelja um ein gamlan, ið hevði íðkað tann fólkaítróttin, tað tá var, at hyggja at ”skattalistanum”. Men gamli kom spinnandi fornermaður heim aftur av kommunukontórinum og tordi næstan ikki út aftur av berari skomm, tí hann hevði fingið minni í skatt enn árið fyri, og tað sum var enn verri, hann hevði fingið minni í skatt enn grannin. Tað helt hann vera ein stór skomm!
Eg veit ikki, um tað er nakar til av tí slagnum í dag, sum ikki vil gjalda minni skatt enn hini fyri soleiðis at røkja sína samfelagsskyldu. Kanska hevur tað altíð verið langt millum sovorðnar persónar? Men, ein veruleiki er tað, at tey ríku og vælbjargaðu hava aldrin havt ráð til at gjalda skatt. Ein stóran part av søguni hevur tað verið leikluturin hjá teimum lægru stættunum at gjalda fyri samfelagið, meðan tey hábornu, við lóg, sluppu undan at gjalda skatt. Og tey ríku tykjast framvegis ikki at hava ráð til at gjalda skatt!
Vit hava fingið eitt politiskt mantra, eitt niðurlag í tíðini sum sigur, at tað skal loysa seg at forvinna pening, og at ov høgur skatur tekur arbeiðshugin frá fólki. Minka um skattin, so fara fólk beinanvegin at bróta upp um armar!
Kendir økonomar vísa á, at hettar er ikki ein búskaparligur/vísundaligur veruleiki, men einans ein poitiskur pástandur, sum kannska onki hald er í? Vit sum eru fastlønt, og ein rættuliga stórur partur av løntakarafjøldini, fara neyvan at renna nógv skjótari, um vit fáa nøkur oyru í skattalæta.
Eg veit ikki, hvør tann gamli var, sum pápi mín tosaði um (eg vei ikki hvussu gamal hin gamli veruliga var, tí fólk, sum eg helt vóru gomul, tá eg var ungur, vóru í veruleikanum yngri enn eg eri í dag!) Men, eg hevði einaferð ein granna, sum onki hevði ímóti at gjalda skatt í Danmark, og hann var amerikumaður! Hann skilti onki av, at vit gramdu okkum um skatt!
Tí, sum hann segði, í USA hevði eg goldið nógv minni í skatt. Men, um eg í USA skuldi fingið allar teir ágóðar, sum eg, konan og míni børn fá av tí eg gjaldi í skatt her í Danmark, so hevði eg verið munandi verri fyri í USA, hóast eg hevði goldið nógv minni í skatt har.
Hann nevndi sum dømi, at konan gekk heima í barnsburðafarloyvi við løn – tað hevði hon ikki fingið í tí statinum í USA, haðani hann kom. Tey høvdu havt eina inntøku minni, og annað av teimum hevði verið noytt til at vera heimagangandi inntil børnini fóru í skúla ella vóru komi væl áleiðis í skúlanum.
Tey høvdu tvey børn í vøggustovu og barnagarði, sum kostaðu teimum kr. 2000,00 um mánaðin í Danmark (hettar var í 1996). Í USA skuldu tey goldið kr. 6 til 8000,00 per barn, um ansingin skuldi verið á sama støði sum í Danmark, altso kr. 16.000,00 um mánaðin. Bíligari ansingarmøguleikar funnust, men ikki nærhendis á sama støði, sum tað vit taka sum eina sjálvfylgju her.
Um hann skuldi goldið fyri sosial- og heilsutrygd á sama støði, sum vit taka sum eina sjálvfylgju her í Norðurlondum, so skuldu hann kannska goldið millum kr. 4000,00 og kr. 7.000,00 um mánaðin, fyri seg, konu og trý børn. Bíligari møguleikar funnust, men als ikki fyri tænastur á sama støði, sum tað vit taka fyri givið.
Um hann vildi børnum væl, so skuldi hann frá tí tey vóru fødd, spart upp til ein góðan skúla, frammhaldssskúla og møguliga hægri útbúgning. Ókeypis framhalds skúlagongd og hægri lesnaður saman við SU, vóru luksus, rein luksus í hannsara hugaheimi.
Eg veit fullvæl at onkur av hesum tølunum eru øðrvísi í dag, og at tað er munur á hvørjum stati í USA ein kemur úr. Men, tað er kortini rætt, sum gentan segði á sinni: Skeri eg teg her, so missi eg teg har! Onki er ókeypis, og onkur skal gjalda. Venda vit samhaldsfestinum, solidaritetinum ryggin, so noyðist hin einstaki sjálvur at gjalda, og tað er ikki vist at tað verður so nógv bíligari fyri hin einstaka.
Solidaritetur og individualisma eru politiskir spurningar ( í Føroyum ber ikki til at tosa um solidaritet versus liberalismu, tí liberalisma, sum so, finst ikki í føroyska hugaheiminum). Solidaritetur ber við sær, at tá tað gongst illa, so hava vit eina trygdarnót undir okkum. Individualisman, sum t. d. í USA, ber mangan við sær, at tá tað gongur illa, so hava vit ikki ráð til at gjalda fyri trygdina, og enda tí í dýkinum. Sum so hevur hvørgin parturin rætt - men fylgjurnar av einum vali millum solidaritet og individualismu eru ikki ókeypis!
Í fjølmiðlunum hava vit nýliga hoyrt um fólk, ið hava fegnast um skattalættan eftir nýggju skipanini. Onki ilt um tað! Men fáa øll, ið fortjena nóg mikið til tess skattalætta, hvør skal so gjalda? Tí onki er ein sjálvfylgja, onki er ókeypis! Um vit vllja hava tær somu tænasturnar og teir somu ágóðanir, so noyðast vit sjálvi (hin einstaki) at gjalda, og tað er ikki vist at tað verður nógv bíligari fyri hin einstaka!
Amerikanski grannin hjá mær – hvar hann so er í dag – visti hvat tað merkir, at bera allar byrðarnar á egnum herðum, og tí hevði hann onki ímóti at gjalda skatt í Danmark. Kanska høvdu teir yngru politikarnir, og við teimum yngra ættarliðið, sum øll eru ald upp í solidariska samfelagnum, hugsað øðrvísið, um tey veruliga høvdu roynt, hvat tað merkir at vera »every man for himself«!
Skeri eg teg her, so missi eg teg har, segði gentan! Soleiðis er tað!
BJAC@KM.DK