møttust á Sjómansheiminum Tá Anna var vaksin, fór hon til Havnar at tæna á Sjómansheiminum. Og tað var har hon møtti Poul, sum hon seinni giftist við. Hetta var í 1941 - undir krígnum. Poul var á Sjóm [...] visti var mitt í endastríðnum av seinna heimsbardaga. Men umsíðir kom Poul aftur til Føroyar, og tey avgjørdu at fara til Danmarkar at búgva, men har var einki arbeiði at fáa, so Poul fór aftur út at sigla [...] skifti. Í meðan búði Anna hjá vermammuni onkustaðni úti á landinum. Fluttu til Svøríkis Árið eftir fluttu Anna og Poul við børnunum til Svøríki at búgva. Poul hevði fingið arbeiði á eini pappírsverksmiðju í
Fríggjadagin 26. mars skal hann handa lyklarnar til nýggju samkomuhølini hjá Frelsunarherinum í Vági til landsleiðaran fyri Frelsunarherin í Noreg, Íslandi og Føroyum, kommandør Donald B. Ødegaard. H.J [...] J. Mølkjær er dani, sum fyri meira enn 40 árum síðan giftist til Noregs. Hann starvaðist í mong ár sum leiðandi verkfrøðingur innan NORCEM, sum er ein avheimsins størstu sementfyritøkum. Fyri umleið 20 [...] hevur ein veruligan vin og hjálpara í hesum manni. Uttan hansara hjálp høvdu tey ikki verið komin til ta frálíku loysn á hølistrupulleikunum í Vági. Hann sigur sjálvur, at hann er sera hugtikin av landi
motorpassaraprógv. Hann arbeiddi inni á Hulki, til hann í 1951 fór at sigla sum maskinmaður við oljubátinum Esso Søldarfjørð. Hetta starv røkti hann til síðst í 70-unum. Saman við synunum bygdi hann E [...] Byrgi á Strondum, sum varð liðug í 1977. Hann var við í virkseminum á støðini, til hon bleiv seld í 1988. Berint giftist við Lenu, f. Johannesen, av Toftum, sum andaðist í 1989, 77 ára gomul. Børnini hjá [...] Foreldrini vóru: Elsuba, f. Poulsen, av Strondum, og Julius Rasmussen, úr Keypmannahavn. Hann flutti til Føroya sum fimm ára gamal, saman við systrini Ingu, tá mamman doyði, og vaks hann upp hjá Rasmus Poulsen
klettarnar, og í 1971 flutti familjan aftur til Havnar. Eftir í eitt stutt skifti at hava verið lærari í Hoydølum, fór Petur á Fróðskapar-setrið, har hann var við til at leggja lunnar undir støðisútbúgvingarnar [...] Petur fór at lesa støddfrøði í Århus, har hann leyk cand.scient.-prógv í 1969. Í 1969 flutti Petur til Keypmannahavnar, har hann hevði fingið starv sum støddfrøðingur á Statens Seruminstitut, har hann arbeiddi [...] verið roknaður sum ein faðirfigurur í hesum sambandinum, sum ein av starvsfeløgunum á setrinum tekur til. Tey flestu av teimum, sum hava nomið sær náttúruvísindaliga útbúgving á universitetsstigi eru farin
brævi til eitt arabiskt blað í London kunngjørt, at tað var hann, sum legði bumburnar í Madrid. Málið var eisini týðiligt: -Hvar er Amerika nú, Aznar?" stóð í kunngerðini, og spurningurin sipar til, at Spania [...] felagsskapurin er í ferð við at fyrireika eitt álop á USA. -Vit hava góð tíðindi til muslimar um allan heimin. Fyrireikingarnar til álopið "Vindar við svørtum deyða" ímóti Amerika eru næstan lidnar. Vit hava [...] á ta blóðugu bumbuatsóknina í Madrid hósmorgunin eru nú í tveimum. Myndugleikarnir hella framvegis til, at tað var baskiski yvirgangsfelagsskapurin ETA, sum legði bumburnar, men hinvegin kunnu teir ikki
hava, men onkur skal leggja so til rættis, at ferðafólk fáa eina uppliving burturúr at koma hagar. Hetta vísti Páll seg at vera óføran til. Nøkur ferðafólk hava hug til at fáa sær ein bita á hesum søguliga [...] Nógv ár eftir hetta kom Páll inn í okkara familju, við tað at hann giftist einastu systur okkara, Sølvá. Tað gjørdi at vit komu til Kirkjubøar, og hagar hava ferðirnar verið mangar og góðar. Vit hava [...] at gerast bóndi á hesum stóra garði við teimum væntanum, sum øll onnur høvdu til ein slíkan bónda. Men eitt er at halda seg til, eitt annað er at megna eina slíka avbjóðing. Her má sigast, at hann royndist
realskúlan í 1941. Eftir tað fór hann til Havnar at ganga í studentaskúla og tók prógv í 1944. Hann var vikarur við skúlan í Vági í eitt ár, til hann í 1945 fór til Danmarkar at lesa teologi við Københavns [...] áðrenn hann kom heim aftur til Føroya. Hann var prestur á Viðareiði frá august 1954 til jóla í 1956, tá hann varð settur sum prestur í Fuglafirði. Hetta starv røkti hann so, til hann legði frá sær í 1989 [...] veikur til at blíva doyvdur. Hetta bleiv so gjørt, og Torkil kom væl fyri seg aftur. Torkil hevði annars ætlað at verði sjómaður eins og pápin, men tað helt hann seg ikki hava nóg góða heilsu til. Hann
PENGAR TIL STANDMYND Næsta ár eru 100 ár, síðani norska kongsveldið varð endurskipað, og í tí sambandi hevur norski sendiharrin í Bretlandi arbeitt við einari ætlan um at reisa eina standmynd til minnis [...] Prodi fer frá. Men í samrøðu við tíðindastovuna Ritzau avsannar forsætisráðharrin, at hann er evni til formansstarvið. Hann sigur, at hann trívist væl í forsætisráðharraembætinum, og at hann framvegis hevur [...] vinna gass úr teimum risastóru keldunum í Barentshavinum. Russar umhugsa at byggja eina frystigoymslu til gass nærhendis Murmansk. Her heldur Statoil seg hava ein fyrimun at sleppa upp í part, tí norska felagið
heima, hóast feriutíðin tey fyrru árini ikki var so long, sum arbeiðstíðin var. Hugurin til sjógvin kom eisini til sjóndar, tá ið hann var heima. Hann hevði ikki leingi havt fast undir fótum, tá ið hann [...] Jarvin búði niðri, men hann doyði í 1968 bert 30 ára gamalur. Hans Jacob var blaðungur, tá ið hann fór til skips. Hann var eitt nú við Kelduni hjá Jens Klæminti Isaksen, sum pápin førdi. Hann var við trolaranum [...] koma í prát við. Hann hevur upplivað so nógv tey mongu árini, hann sigldi á heimshøvunum. Í 1956 giftist Hans Jacob við Herborg, og tey hava øll árini búð á Biskupsstøð. Foreldrini hjá henni vóru Mattea
Tummas til skips við "Sea King", og har byrjaði hansara lívsleið sum sjómaður. Í 1940 fór Tummas til Grønlands við "Miguenette". Heimafturkomin fór hann at rógva út, men í 1944 fór hann aftur til sjós við [...] (seinni Norðstein). Tummas tók setiskiparaprógv í 1946. Haðani fór hann við "Vesturleið" sum bestimaður, til hann í 1948/49 tók longdina. Í 1949 var Tummas við "Jórun" sum bestimaður, men sama ár gjørdist hann [...] "Hólmi", sum hann átti í. Í 1959 fór Tummas aftur upp á skúla at taka nýggja skiparaprógvið. Frá 1960 og til fyrst í sjeytiárunum var Tummas skipari á "Hólmi". Í sjeytiárunum sigldi hann sum supercargo fyri