Berint Juul Rasmussen 94 ár

Í dag, leygardagin 20. mars, fyllir Berint Juul Rasmussen á Strondum 94 ár.

Berint er føddur í Keypmannahavn í 1910. Foreldrini vóru: Elsuba, f. Poulsen, av Strondum, og Julius Rasmussen, úr Keypmannahavn.

Hann flutti til Føroya sum fimm ára gamal, saman við systrini Ingu, tá mamman doyði, og vaks hann upp hjá Rasmus Poulsen á Strondum, sum var formaður inni á Hulki.

Sum ungur tók hann motorpassaraprógv. Hann arbeiddi inni á Hulki, til hann í 1951 fór at sigla sum maskinmaður við oljubátinum Esso Søldarfjørð. Hetta starv røkti hann til síðst í 70-unum.

Saman við synunum bygdi hann Esso-støðina inni á Byrgi á Strondum, sum varð liðug í 1977. Hann var við í virkseminum á støðini, til hon bleiv seld í 1988.

Berint giftist við Lenu, f. Johannesen, av Toftum, sum andaðist í 1989, 77 ára gomul.

Børnini hjá teimum eru: Kaj, sum býr á Strondum, Óli, sum býr í Skagen, Egon, sum býr í Hoyvík, Eigil sum býr á Strondum, og Asta, sum býr í Hoyvík.