Fríggjadagin 26. mars skal hann handa lyklarnar til nýggju samkomuhølini hjá Frelsunarherinum í Vági til landsleiðaran fyri Frelsunarherin í Noreg, Íslandi og Føroyum, kommandør Donald B. Ødegaard.
H.J. Mølkjær er dani, sum fyri meira enn 40 árum síðan giftist til Noregs. Hann starvaðist í mong ár sum leiðandi verkfrøðingur innan NORCEM, sum er ein avheimsins størstu sementfyritøkum. Fyri umleið 20 árum síðan segði hann starvið og stóru lønina í NORCEM frá sær og gjørdist dagligur leiðari í FEAS (Frelsesarmeens Eiendommer A.S.)
Frelsunarherinum í Vági hevur ein veruligan vin og hjálpara í hesum manni. Uttan hansara hjálp høvdu tey ikki verið komin til ta frálíku loysn á hølistrupulleikunum í Vági. Hann sigur sjálvur, at hann er sera hugtikin av landi og fólki okkara.
Áhugavert er, at sjálvt um hann og familjan búgva í Noreg, so hava tey summarhús í Jútlandi, og so at siga allir grannarnir eru føroyingar