Torkil Beder 80 ár

Í dag, fríggjadagin 27. februar, fyllir Torkil Beder, fyrrverandi prestur, í Fuglafirði 80 ár.

Torkil er ættaður úr Vági, foreldrini vóru Ingeborg, f. Thomasen, og Poul Johannes Beder, bæði úr Vági. Pápin var skipari og átti sluppina Harry sum fórst í 1941.

Sum 13 ára gamal gjørdist Torkil álvarsliga sjúkur í lungunum. Pauli Dahl, sum var yvirlækni á hospitalinum í Havn, segði foreldrunum, at um hann skuldi yvirliva varð neyðugt við eini skurðviðgerð uttan doyving, tí hann var ov veikur til at blíva doyvdur. Hetta bleiv so gjørt, og Torkil kom væl fyri seg aftur.

Torkil hevði annars ætlað at verði sjómaður eins og pápin, men tað helt hann seg ikki hava nóg góða heilsu til.

Hann varð liðugur við realskúlan í 1941. Eftir tað fór hann til Havnar at ganga í studentaskúla og tók prógv í 1944. Hann var vikarur við skúlan í Vági í eitt ár, til hann í 1945 fór til Danmarkar at lesa teologi við Københavns Universitet.

Meðan hann las, arbeiddi hann á bananfyritøkuni "Kirkeby" við lossing og sortering av bananum. Hann spældi eisini fótbólt við "Ítróttarfelagnum Føroyar" saman øðrum føroyingum, sum lærdu í Keypmannahavn.

Í januar 1954 varð hann útbúgvin sum prestur. Eftir tað gekk hann á Pasturalseminarium í fýra mánaðir, áðrenn hann kom heim aftur til Føroya.

Hann var prestur á Viðareiði frá august 1954 til jóla í 1956, tá hann varð settur sum prestur í Fuglafirði. Hetta starv røkti hann so, til hann legði frá sær í 1989, 64 ára gamal.

Torkil var nevndarlimur í ítróttarfalagnum ÍF í Fuglafirði frá 1977-81.
Í 1995 gav hann, saman við Erlingi Poulsen, út bókina "Mangt er millum himmal og jørð", sum er um ymiskar áhugaverdar frásagnir og hendingar, teir høvdu upplivað.

Torkil giftist í 1949, í Vágs kirkju, við Ingu, f. Midjord, úr Vági. Tey eiga fýra børn: Páll, sum býr á Argjum, Tordis og Heina sum búgva í Fuglafirði og Johan, sum býr á Kambsdali. Inga og Torkil eiga 11 ommu-og abbabørn.

Føðingardagurin verður hildin saman við familjuni.