Hann hevur í meiri enn eina hálva øld verið sjómaður. Mesta partin av tíðini hevur hann verið í langfarasigling.
Hans Jacob er svínoyingur. Foreldrini vóru Ingrid og Henry Mellemgaard. Ingrid var dóttur Ingu og Símun Júst Jacobsen, og Henry var sonur Martu og Jacob uppi á Heygum, sum svínoyingar nevndu hann.
Ingrid og Henry bygdu norðuri á Geilaliði, og tey fingu fimm dreingir. Hans Jacob var elstur, og hinir vóru Símun Júst, Jarvin, Dánial og Árnmar. Símun Júst býr í Havnini, Dánial í Keypmannahavn og Árnmar á Argjum. Jarvin búði niðri, men hann doyði í 1968 bert 30 ára gamalur.
Hans Jacob var blaðungur, tá ið hann fór til skips. Hann var eitt nú við Kelduni hjá Jens Klæminti Isaksen, sum pápin førdi. Hann var við trolaranum Nólsoyar Pálli, sum Hansemann hjá Jens Klæminti førdi, við Coraliu og Carlton, sum Jógvan hjá Jóan Jakku á Viðareiði førdi, og við Svínoyar Bjarna, sum pápin, Henry Mellemgaard, førdi. Eftir at Hans Jacob í 1953 hevði tikið skiparaprógv, var hann ofta bestimaður.
Í 1959 tók Hans Jacob stýrimansprógv, eftir at hann hevði gingið upp á skúla í Klaksvík, og síðani fór hann út av sigla. Í 1964 leyk hann skipsføraraprógv í Havnini.
Hans Jacob sigldi í reiðarínum hjá J. Lauritzen. Har var hann leingi, og reiðaríið legði støðugt størri ábyrgd á hann. Í 1967 gjørdist hann yvirstýrimaður, og tá ið hann fall fyri aldursmarkinum hjá Lauritzen og mynstraði av fyri tíggju árum síðani, hevði hann í mong ár verið kapteynur og siglt á mest sum øllum rutunum hjá reiðarínum.
Hans Jacob er ættkærur og áhugaverdur at koma í prát við. Hann hevur upplivað so nógv tey mongu árini, hann sigldi á heimshøvunum.
Í 1956 giftist Hans Jacob við Herborg, og tey hava øll árini búð á Biskupsstøð. Foreldrini hjá henni vóru Mattea og Kristian Hansen ella Lamba Kristian, sum hann varð nevndur í Klaksvík. Kristian var ættaður av Kinn í Lamba, og Mattea var úr Uttarstovu í Mikladali.
Herborg og Hans Jacob eiga seks børn: Kristian Martin, Henry, Eyðfinn, Rúni, Ingrid og Maibritt. Kristian Martin, Henry, Eyðfinn og Maibritt búgva í Klaksvík, Rúni býr í Havnini, og Ingrid býr í Keypmannahavn.
Tey fyrru árini, tá ið Hans Jacob var í langfarasigling, vóru túrarnir langir. Hann var fleiri ferðir burturi í meiri enn eitt ár. Tað hevði við sær, at hann eisini var fleiri mánaðir heima, hóast feriutíðin tey fyrru árini ikki var so long, sum arbeiðstíðin var. Hugurin til sjógvin kom eisini til sjóndar, tá ið hann var heima. Hann hevði ikki leingi havt fast undir fótum, tá ið hann fór at flot við verfaðirinum og svágrinum, og tað kom meiri enn so fyri, at hann í styttri skiftum róði út, eitt nú við Hvíthamri.
Hóast tað eru tíggju ár síðani, at Hans Jacob varð pensioneraður, so hevur hann ikki ligið á løtu síðuni. Hann hevur at kalla alla tíðina hoyrt til útróðrarbátin Havsbrún, og hann er framvegis á Stongunum og egnir.
Miðskeiðis í sjeyti árunum keyptu gøtumenn saman við eitt nú fleiri klaksvíkingum rækjubátin Kristinu Logos. Hans Jacob var millum ánararnar. Tá hevði hann eitt skifti farloyvi frá Lauritzen, og sum stýrimaður og skipari á Kristinu Logos kundi hann staðfesta, hvussu stórur framburðurin hevði verið í føroyska flotanum, síðani hann sum júst fyltur fjúrtan fyrstu ferð fór til skips við Kelduni.