Mikukvøldið 25. februar skipaðu VR Bilar í Havn fyri einum lastbilakvøldi á bátasavninum í Leirvík í sambandi við at teir høvdu gjørt avtalu við svensku JOAB verksmiðjuna.
Ein av luttakarunum hetta kvøldið var Jens Jensen, sølumaður hjá JOAB. Jens tosar danskt/svenskt - hann hevur búð í Svøríki síðan 1952.
Tað er ikki av tilvild, at Jens nú bjóðar føroyingum sínar vørur, størsta orsøkin er nokk tann, at hann hevur røtur í Føroyum og skilir føroyskt. Hann er føddur á Argjum í 1943 og búði eitt skifti sum smádrongur í Rituvík, har móðurin eisini er ættað.
Móðurin Anna, f. Højgaard, sum nú er 83 ára gomul, er ommudóttir Hans Paula Højgaard, sum var tann 8. niðurseturmaðurin, ið setti búgv í Rituvík, og tann fimti og yngsti sonur toftabóndan, sum lat synum sínum jørð at dyrka í Rituvík.
Mamma Onnu doyði á barsilsong, tá Anna var 9 ára gomul, og faðirin gekk burtur við sluppini "Verdandi" undir Islandi í 1944, har eisini bróðurin, hin bert 22 ára gamli Hans eisini fórst.
Foreldrini møttust á Sjómansheiminum
Tá Anna var vaksin, fór hon til Havnar at tæna á Sjómansheiminum. Og tað var har hon møtti Poul, sum hon seinni giftist við. Hetta var í 1941 - undir krígnum. Poul var á Sjómansheiminum tí skipið, "Diana", sum hann var við, varð søkt av týskinum sunnan fyri Føroyar. Hetta var eitt danskt farmaskip, sum í konvoy var á veg vestur um hav, tá teir vóru álopnir av einum týskum kavbáti. Skipið var so meint rakt, at tað sakk, men manningin var tó so heppin, at koma sær á ein flaka, og vinna upp land í Føroyum. Nú vóru teir so strandaðir á Sjómansheiminum og sluppu ongan veg, so leingi kríggið leikaði á.
Anna og Poul giftust 20. mars 1943, og árið eftir fór Poul avstað aftur við einum øðrum skipi. Hetta bleiv sera vandamikil sigling, tí tá onglendingar og amerikanarar gjørdu endaligu innrásina í Normandínum, sigldi Poul í pendulfart, sama túrin sum hermenninir, við vápnum og lóðri.
Í 1943 fekk Anna fyrsta barni, ein drong sum fekk navnið Jens. Hetta var ein sera stravin tíð hjá Onnu, tí einki var at frætta frá manninum, sum hon visti var mitt í endastríðnum av seinna heimsbardaga.
Men umsíðir kom Poul aftur til Føroyar, og tey avgjørdu at fara til Danmarkar at búgva, men har var einki arbeiði at fáa, so Poul fór aftur út at sigla eitt stutt skifti. Í meðan búði Anna hjá vermammuni onkustaðni úti á landinum.
Fluttu til Svøríkis
Árið eftir fluttu Anna og Poul við børnunum til Svøríki at búgva. Poul hevði fingið arbeiði á eini pappírsverksmiðju í Smålandi í einum lítlum býi, sum eitur Lessebo. Tey fyrstu árini í hesum nýggja landi vóru sera stravin hjá Poul, langir arbeiðsdagar í vánaligum arbeiðsumhvørvi við nógvum lukti og ótolandi hita. So skjótt børnini vóru so fræg, at tey byrjaðu í skúlanum, fór Anna eisini at arbeiða á verksmiðjuni, men var hetta eitt lagaligari og meira hóskiligt arbeið fyri kvinnur, og í langa tíð arbeiddi hon við at telja og pakka pappír.
Anna hevur onkuntíð greitt frá, hvussu fátæka hon kendi seg, tann dagin tey komu til Lessebo. Tey vóru kona og maður við trimum børnum, Jens, Sonju og Hans, og alt tey áttu var í einum kufferti. Tey fluttu inn í eina smáttu, sum hoyrdi til verksmiðjuna. Hetta var ein lítil reyður træskúrur við hvítum vindeygum, eins og vanligt var tá. Húsið stóð niðri við ánna, eitt av nógvum, sum sokallaðir fremmandaarbeiðarar búðu í. Jens, minnist hesa tíðina sum ógvuliga buldrasliga, við nógvum ófriði, larmi og slagsmálum. Nógv fólkasløg arbeiddu á verksmiðjuni, og búðu sostatt í grannalagnum, og ringt var at fáa hesar ymsu mentanirnar at sampakka í friði og náðum.
Jens byrjaði sum ungur at arbeiða hjá Lessebo Hydraulik, sum í størsta mun hevur specialiserað seg í at útbyggja og montera øll møgulig arbeiðstól til lastbilar, mest kranar, stigar og lastir av ymsum sløgum. Í 1970-unum fingu teir patent upp á Lessebo-lyftina, sum er ein krani til at lyfta t.d. vanligar bingur, skrellibingjur o.a. upp á bilar, uttan at førarin nýtist at fara úr bilinum.
Tað gingu heili 16 ár til Anna og Poul aftur fingu høvið til at vitja í Føroyum, men síðani hevur øll familjan regluliga vitjað, tó ikki so nógv tey allar seinastu árini.
Jens er giftur við Inger, og eiga tey 3 børn, Ann, Karina og Mathias og 4 ommu- og abbabørn.
Vitjar familjuna í Føroyum
Fyri nøkrum árum síðan bleiv Lessebo Hydraulik uppkeypt av JOAB, sum frammanundan var ein stórur uppbyggjari av lastbilim í Svøríki. Við samanleggingini er JOAB enn sterkari, og stendur fyri 60 prosentum av marknaðinum í Svøríki, og útflyta eisini sínar vørur og tænastur til m.a. Eysturríki, Týskland, Niðurlond og nú eisini til Føroyar. Tey seinastu mongu árini hevur Jens starvast sum sølumaður.
Nú Jens var í Føroyum, vitjaði hann sjálvandi familjuna. Í Rituvík fekk hann eitt eintak av blaðnum "Keraldi" sum felagið Forni á Glyvrum gevur út. Í hesum blaði var áhugaverd grein um ættina í Rituvík, og á forsíðuni var mynd av Jens, har hann sum tvey ára gamal er avmyndaður saman við langommuni og einum systkinabarni í Rituvík umleið 1945.
Hetta er fyrstu ferð at Jens sum vaksin er her á vetri, og sigast skal, at tað var vetur bæði við kava, kulda og nógvum vindi. Honum dámdi væl hesa vikuna, hann vitjaði. Hann var glaður fyri turra tjógvið, hann fekk frá mostrini í Fuglafirði, og kemur hann óiva skjótt aftur til Føroya. Men honum dámdi illa at koyra bil um føroysku fjøllini í vindi og jarðroki, tí sum hann segði: ..."Jag kommer snart tilbaka - men aldrig atter på vinteren".