Petur Zachariassen 60 ár

   

Mikudagin 10. mars fylti Petur Zachariassen 60 ár. Petur er havnarmaður, og sum hjá so mongum øðrum, so vóru foreldrini av bygd. Tey vóru vóru Katrina og Esbern Zachariassen úr Gøtu. Tey fingu dreingirnar Arnfinn og Petur.
Petur tók matematisk studentsprógv í 1962 úti á VBV við Skansavegin. Hetta var seinasta árið at studentarnir gingu á VBV (Vandbygningsvæsenet), áðrenn flutt var í nýggja skúlan í Hoydølum.
Petur fór at lesa støddfrøði í Århus, har hann leyk cand.scient.-prógv í 1969.
Í 1969 flutti Petur til Keypmannahavnar, har hann hevði fingið starv sum støddfrøðingur á Statens Seruminstitut, har hann arbeiddi við biostatistik.
Longsulin stóð kortini heimaftur á klettarnar, og í 1971 flutti familjan aftur til Havnar.
Eftir í eitt stutt skifti at hava verið lærari í Hoydølum, fór Petur á Fróðskapar-setrið, har hann var við til at leggja lunnar undir støðisútbúgvingarnar.
Menningin av Fróðskaparsetrinum hevur havt alstóran týdning, og Petur hevur verið roknaður sum ein faðirfigurur í hesum sambandinum, sum ein av starvsfeløgunum á setrinum tekur til. Tey flestu av teimum, sum hava nomið sær náttúruvísindaliga útbúgving á universitetsstigi eru farin undir lesturin á Fróðskaparsetrinum. Vit kunnu eitt nú nevna støddfrøðingar, alisfrøðingar, teldufrøðingar, verkfrøðingar, og jarðfrøðingar.
Menningin av Fróðskaparsetrinum hevði við sær, at Fróðskaparsetrið síðst í áttatiárunum gjørdist eitt rættuligt universitet. Í 1987 varð Petur valdur at vera fyrsti rektarin á Fróðskaparsetrinum, og hann røkti hetta starvið í 3 ár.
Tað, sum hevur havt serliga áhugan hjá Peturi, hevur verið teldufrøðin. Í hesum sambandi er áhugavert at nevna, at Petur, eftir áheitan frá ráðnum fyri Fróðskaparsetrið, longu i 1972 hevði almennar fyrilestrar um elektroniska dátuviðgerð. Vit kunnu siga, at hann við hesum sum tann fyrsti gloppaði hurðina fyri føroyingum inn í tann heimin, sum seinni skuldi verða rópt kunningarsamfelagið.
Petur var verkstjóri fyri móðurmálsorðabókina, sum eisini er teldutøk. Forritið til móðurmálsorðabókina, RiSt, er síðani selt uttanlands. Saman við góðum fólki stóð Petur fyri menningini av forritinum.
Hann var ábyrgdarritstjóri á Frøði, tey fyrsti 3 árini tað kom út.
Eisini á økjum uttanfyri Fróðskaparsetrið hevur Petur verið aktivur.
Millum mongu nevnar- og álitsessirnar kunnu vit nevna, at hann hevur havt sítt tørn sum semingsmaður. Petur hevur síðan 1994 verið formaður í nevndini í Føroya Sparikassa.
Hann hevur verið í mongum útbúgvingarnevndum, eitt nú er hann formaður í nevndini fyri nýggja lærara- og pedagog-útbúgving. Hann er nevnarlimur í SpF BitLand. Petur er formaður í nevndini fyri Kirkjubømúrin.
Petur giftist í 1966 við Sonju, fødd Magnussen. Í mong ár hava tey búð í Nicolaj Mohrsgøtu í Hoyvík. Tey eiga børnini Martin, føddur 1967, Per, føddur 1969, Heine, føddur 1972 og Onnu, fødd 1981.