Kanningarnar hjá sponsku myndugleikunum aftan á ta blóðugu bumbuatsóknina í Madrid hósmorgunin eru nú í tveimum. Myndugleikarnir hella framvegis til, at tað var baskiski yvirgangsfelagsskapurin ETA, sum legði bumburnar, men hinvegin kunnu teir ikki avvísa, at tað kanska var tann víðgongdi muslimski felagsskapurin Abu Hafs al-Maari.
Hesin felagsskapurin hevur í einum brævi til eitt arabiskt blað í London kunngjørt, at tað var hann, sum legði bumburnar í Madrid. Málið var eisini týðiligt:
-Hvar er Amerika nú, Aznar?" stóð í kunngerðini, og spurningurin sipar til, at Spania stuðlaði USA í krígnum í Irak. Felagsskapurin hóttir samstundis onnur lond.
-Hvør skal nú verja Spania, Bretland, Japan, Italia og hinar svíkjararnar ímóti okkum? Tað hevur eydnast okkum at raka hjartað á teimum evropeisku krossfararunum og at søkja at einum av luttakarunum í krossfararasamgonguni, stóð í kunngerðini.
USA næstu ferð
Í kunngerðini ávarar Abu Hafs al-Maari um, at felagsskapurin er í ferð við at fyrireika eitt álop á USA.
-Vit hava góð tíðindi til muslimar um allan heimin. Fyrireikingarnar til álopið "Vindar við svørtum deyða" ímóti Amerika eru næstan lidnar. Vit hava fingið 90 prosent av fyrireikingunum frá hondini. Um Guð vil, verður álopið sett í verk í næstum, stendur í kunngerðini, sum felagsskapurin sendi arabiska blaðnum Al-Quds al-Arabi, sum hevur høvuðsskrivstovu í London.
Amerikanski innanríkisráðharrin, Tom Ridge, sum er staddur í Teilandi, segði í gjár, at USA tekur ávaringina í størsta álvara.
-Júst nú vita vit bert, at vit eru høvuðsmálið, men tað er í sjálvum sær ikki nakað nýtt, segði Tom Ridge
Vinmaður bin Laden
Felagsskapurin Abu Hafs al-Maari verður hildin at hava tætt tilknýti til al-Qaeda hjá Osama bin Laden. Felagsskapurin er uppkallaður eftir einum fyrrverandi egyptriskum løgreglumanni, sum var vinmaður bin Ladens, og sum doyði í einum amerikonskum rakettálopi sunnan fyri Kabul í Afghanistan í november í 2001.
Fregnartænastur vilja vera við, at ein dóttur Abu Hafs giftist einum soni Osama bin Laden í januar í 2001.
Amerikanska fregnartænastan hevur fyrr sagt, at Abu Hafs hevði havt samband við fleiri av teimum, sum rændu flogførini í USA tann 11. september í 2001. Felagsskapurin hevur fyrr átikið sær ábyrgdina av bumbuspreingingum í Turkalandi og Irak.