Páll í Kirkjubø seksti

Einaferð kom eg at tosa við ein leigubilstjóra. Hann segði mær frá, at
fyri mongum árum síðani varð hann biðin um at koyra eina jarðarmóðir til
Kirkjubøar, tí ein kona skuldi eiga. Tá so er, verður ikki hugt eftir
líkindum, so hann fór, hóast veðrið ikki var nakað serligt. Tey kom fram
í øllum góðum, men veðrið bara versnaði og gjørdist rættilig kavaódn, so
bæði hann og jarðarmóðirin lógu veðurføst í Kirkjubø, og hann slapp ikki
aftur til Havnar fyrr enn triðja dagin. Men ferðin var góð í aðrar
mátar, tí tann 1. mars 1944 kom ikki bert eitt barn í heimin, men tvey,
tvíburarnir Páll og Tróndur Patursson.

Nógv ár eftir hetta kom Páll inn í okkara familju, við tað at hann
giftist einastu systur okkara, Sølvá. Tað gjørdi at vit komu til
Kirkjubøar, og hagar hava ferðirnar verið mangar og góðar. Vit hava
verið saman í brúdleypinum á hásumri 1968, har veðrið var so gott, at
brúdleypsdansurin varð dansaður í túninum. Vit vóru til barnadópar hjá
teirra trimum synum. Dópurin hjá Jóannesi var serstakur, tí har var
Jákup Joensen varabiskupur, og hann kundi siga frá, at nú hevði hann
verið prestur fyri fimm ættarlið á Kirkjubøargarði. Hann hevði verið í
kirkju saman við Jóannesi Paturssyni, sum hann hevði jarðað í august
1946, eins og hann hevði verið saman við Pálli Patursyni og Jóannesi hjá
Pálli og hesum Pálli, og nú varð honum forunt at doypa enn ein Jóannes.

Páll himpraðist ongantíð við at taka á seg at gerast bóndi á hesum stóra
garði við teimum væntanum, sum øll onnur høvdu til ein slíkan bónda.

Men eitt er at halda seg til, eitt annað er at megna eina slíka
avbjóðing. Her má sigast, at hann royndist heilt ótrúliga væl. Hetta er
fyrst og fremst hansara arbeiðshugi og -orku fyri at takka. Hann hevur
altíð verið hegnismaður burturav. Arbeiði av øllum slagi var nakað sum
hann bara dugdi. Áræði var honum í holdi borið. Var nakað galið við eini
maskinu, so fór hann bara í holt við hana og umvældi hana. Var farið á
fjall, so dugdi hann væl at fáa manning og fara við henni, so menn komu
aftur eitt annað ár. Einaferð eg saman við einum útlendingi var á
rættini, var hesin ovfarin av, hvussu raskir menninir vóru og hvussu væl
teir dugdu at arbeiða. Skuldi farast í Trøllhøvdu, so var hann á odda,
og tað uttan mun til um tað vóru havhestaegg, lýrar, lundafleiggj ella
fjallgonga sum farast skuldi í holt við. Fiskimaður var hann góður, tá
hann alt ov sjáldan hevði tíð at fara á flot. Men einki kundi fáa hann
at skunda sær so nógv sum grindaboð. Hann fann sjálvur fleiri grindir,
og mangar hevur hann sum grindaformaður rikið so væl, at tær ikki eru
farnar aftur í havið.

Fjørðurin uttan fyri Kirkjubø er óreinur, og har er mangur bátur komin
illa fyri. Tá er tað komið væl við at hava Páll á garðinum, tí hann
hevur havt eyguni við øllum, og ferð eftir ferð er hann farin rennandi
oman á støð, er lopin í bát og hevur bjargað mannalívum.

Á morgni og kvøldi hevur hann ambætað neytunum og hevur dugað sera væl
at lagt hoyggingina til rættis sum alt annað arbeiði hann hevur tikist
við.

Í hansara tíð eru stórar broytingar farnar fram í tilveruni hjá
føroyskum bóndum. Tað var so fyrr, at inntøkan av einum garði var nóg
mikið fyri nógv fólk, men henda inntøka er minkað so nógv, at sjálvt á
einum so stórum garði sum hansara varð minni og minni eftir, eisini hjá
tveimum so dugnaligum fólkum sum honum og konuni. Men ikki var hann
ráðaleysur. Hann gjørdist handilsmaður afturat bóndavirkinum, tí hann
fekk sær umboðssølu og seldi hegn um alt landið.

Ein annar táttur í virki hansara var at nýta teir møguleikar, sum
serliga umhvørvið í Kirkjubø gevur ferðamannavinnuni. Fornminnini í
Kirkjubø eru tey stórfingnastu vit hava, men onkur skal leggja so til
rættis, at ferðafólk fáa eina uppliving burturúr at koma hagar. Hetta
vísti Páll seg at vera óføran til. Nøkur ferðafólk hava hug til at fáa
sær ein bita á hesum søguliga stað, og landsins myndugleikar halda at
tað hevur týdning fyri umdømi okkara mótvegis øðrum londum, at gestir
okkara síggja tað besta og mest áhugaverda, sum vit hava at bjóða fram.
Hetta gjørdi at Roykstovan í Kirkjubø gjørdist eitt hugtak, men tað sum
øll ferðafólkini vóru mest hugtikin av, var at hoyra Páll greiða frá um
sítt heim og ta veldugu søgu, sum hetta pláss hevur í hugaheimi okkara.
At hann var framúr vertskapsmaður og góður kvøðari og fekk dansin at
ganga var nakað sum eisini setti dám á í øllum teimum samkomum sum vóru
í Kirkjubø.

Men fyri at kunna taka sær av gestum, er nógv sum hond skal takast í.
Her kom tað væl við, at Páll ikki bert var eitt arbeiðsgrev í haga, í
bjørgum, á sjógvi og á landi, men at hann eisini var av allarbestu
kokkum. Barst einum kokki frá, og gestir skuldu koma, so kundi hann
altíð taka við, og alt tað arbeiði, sum gerast skuldi, dugdi hann so væl
sum eingin annar. Alt tað sum var at taka upp av mati tók hann upp,
uttan mun til, um tað var fiskur ella grind, slakt ella fuglur, og dugdi
at nýta tað í húsarhaldinum og fyri gestum.

Tá ið gestirnir út á náttina vóru farnir, og fólk fyri lýsing komu til
Kirkjubøar, so var ljós í lonini heima á garði í Kirkjubø, tí tá vóru
hjúnini longu komin upp, og ruddaðu og vaskaðu alt húsið áðrenn Páll fór
í fjósið.

Deknur og klokkari hevur hann verið alla sína tíð.

Mong eru tey álitisstørv sum hann hevur havt í feløgum hjá
starvsfeløgnum sínum, og hansara partur lá ikki eftir tá ið Mjólkarvirki
Búnaðarmanna kom í lag í 1980.

Hann var við at stovna Føroya Fornminnagrunn og hevur lagt eitt stórt
arbeiði í at varðveita fornminnini í Kirkjubø.

Nú er hann haldbóndi og heilsan er farin at bila, men skal eg siga tær
Pálli tøkk fyri gott vinalag í mong ár.

Zakarias Wang