Yahoo!
Ein góður
roknskapur
Ein av heimsins størstu leitimaskinum, amerikanska Yahoo.com, innloysti vánirnar til góðsku úrslitið fult og heilt, og prógvaði einaferð med alla, at tað kann lata seg gera, at vinna pening sum eitt dotcom virki. Fyrsta ársfjórðing í ár umsetti fyritøkan fyri 480 milliónir krónur.
Yahoo! hevur 625 milliónir vitjandi dagligt, og 125 milliónir av brúkarum kring allan knøttin. Hetta ger yahoo! til eina av heimsins størstu fyritøku á sínum øki.
Sambært Reuters nýta heili 70 prosent av amerikumonnum, við alnet íbinding, Yahoo! innanfyri ein mánaða. Sum skilst, eru tað serliga finanssíðurnar, ið eru sera populerar hjá fólki innan peningamarknaðin.
Microsoft við Windows 98 uppfylging
Beint eftir páskir fer Microsoft at avdúka avloysaran til kollveltandi stýriskipanina Windows 95/98, ið faer at eita Windows ME (Millenium).
Windows 2000, ið kom í februar, er avloysarin til skipanina Windows NT, ið einamest verður nýtt av fyritøkum.
Marknaðarføringin av Windows ME verður gjørd gjøgnum eina rúgvu av amerikanskum filmshøllum. Tó verður marknaðarføringin ikki líka ógvuslig sum tá Windows 2000 kom út 17. februar í ár.
Vánirnar til Windows ME eru slakar, við tað at ikki kann roknast við serliga nógvum nýskapandi funktiónum, í mun til Windows 98. Hjá Microsoft viðganga teir, at tað er torført alla tíðina at finna uppá nakað nýtt, men sum ein bata lova teir, at nýggja útgávan í Windows røðini verður meira stabil í verki.
Eitt, ið fer at merkja nýggju útgávuna av Windows er, at Windows ME fer at hava nýggjari og betri Drívara rutinur til tað, sum nevnist Plug & play, sum skuldi gjørt tað lættari at íbinda ymist tilhoyr til eitt nú komandi heimanetkervi. Eisini fer ME at hava fleiri multimedia funktiónir.
Eftir ætlan kemur Windows Millenium út einaferð í summar, men hava vit í huganum, at tað er Microsoft sum gevur stýrisskipanina út, kann talan blíva um jólatrøll.
Apple opna lykilin
til MacOS X
Eins og fyritøkan Linux, hevur Apple valt at almannakunngera tað teir rópa keldukotuna til nýggju stýrisskipanina, MacOS X, ið nevnist "Darwin".
MacOs X er ein sonevndur Open Source platformur, ið ikki einans kemur at rigga við Macintosh teldum, mein eisini á Intel-baseraðum Windows teldum. Hetta merkir, at Microsoft nú fær harða kapping til sjálvt kjarnuforritið hjá fyritøkuni, Windows stýrisskipanina.
Apple hevur avgjørt at almannakunngera keldukotuna í tí vón, at forritarar og mennarar kring allan heimin betur kunnu gera forrit til skipanina.
Í løtuni finst nýggja stýrisskipanin einans sum ein fyribils beta-útgáva uttan grafik. Men longu nú er víst, at tann lidna vøran kemur at hava eina rúgvu av nýggjum amboðum, sum geva mennarum kring heimin ein møguleika at gera nýggjar loysnir til MacOs.
Nýggjur netleitari frá Microsoft
Kreppurakta fyritøkan Microsoft, sum júst er dømt fyri at hava missnýtt einkarrættarligu støðu sína, við millum annað leitaranum Internet Explorer, er nú komin út við eini uppdatering av leitaranum. Týsdagin 11. apríl var dagurin, har útgávan 5.5 gjørdist veruleiki, tó bert sum ein beta royndarútgáva. Ein betaútgáva er ikki til keyps, men bert ætlað til royndarkoyring hjá kundum, forritarum og serligum Microsoft partnarum.
Harvið fingu teir hjá Netscape bert loyvi til at vera einsamallir við teirra nýggja netleitara, útgávu 6, í tveir dagar, áðrenn fyritøkan Microsoft aftur fekk leiklutin sum teirra keðiligasti kappingarneyti.
Millum nýggju hentleikarnar í Microsoft Explorer 5.5, er stuðul til 128 bit kryptering, sum heild ein skjótari flutningur og betri útskrivingarmøguleikar. Men í mun til Netscape 6 er talan bert um eina uppdateraða útgávu, ikki eina nýggja útgávu. Harvið er Explorarin í veruleikanum vorðin eitt heilt ættarlið eldri enn kappingarneytin
Ókeypis telefonir frá
Ericsson og Nokia
Alnet nýtarar kring allan knøttin hava seinastu dagarnar fingið teldupost, har Nokia og Ericsson bjóða ókeypis telefonir, um teir senda brævið víðari. Hetta er nú avdúkað sum fupp.
Microsoft fingið ein dato
Dómarin í heimsgitnu anti-trust rættarsakini móti Microsoft hevur nú ásett 24. mai sum byrjunardag í revsingini av Microsoft.