ófør sjálv at koma við hugskotum um, hvat tey kunnu gera og hvat tey hava hug til. Tað heilt stóra í hesum døgum í frítíðarskúlanum á Eysturskúlanum er hávar og alt sum hevur samband við háv. Tað kemst av [...] øllum økjum. Málið hjá frítíðarskúlanum er at børn eftir loknan skúladag innan tryggar karmar og undir uppsýni og vegleiðing av vaksnum kunnu stimbrast og mennast sálarliga, sosialt, handaliga og rørsluliga [...] ábyrgdina av einum ávísum bólki. Tað er eisini ein uppgáva hjá starvsfólkunum at halda eyguni við hesum børnunum, um tey støðast og slíkt, sigur Ann Elisabeth. - Vit ganga høgt uppí, at um vit fara út um
nú er líkt til, at frítíðarskúlarnir í Havn eru komnir yvir ringastu barnasjúkurnar og eru farnir undir triðja árið við nýggjum dirvi og áræði. Og tað skal til, skulu hesi nógvu børnini í Tórshavnar kommunu [...] á Eysturskúlanum. - At vit brúka høli, sum kortini standa tóm, er eisini við til at stimbra upp undir frítíðarlívið. Á tann hátt læsa vit okkum ikki føst í nakrar rammur. Hølini seta ikki mark fyri, hvat [...] u og námsfrøðiligu. Henda skipanin datt niður fyri, tí tað var vónleyst hjá einum at taka sær av hesum stóra økinum. Skipanin er tí broytt og frá 1. august eru seks deildarleiðarar settir, ein á hvørjum
kann ikki gerast bert sum nevndararbeiði. Neyðugt er tí við løntum fólki burturav at taka sær av hesum. Og fyrr enn játtan fæst til fólk at taka sær av støðugt vaksandi javnstøðuarbeiðinum, verður arbeiðið [...] viðkomandi skal lúka. Eisini skal undirstrikast, at fólkið verður sett av Javnstøðunevndini sum stovni undir landsstýrinum og ikki sum eitt starvsfólk hjá Almanna- og Heilsudeildini. Hvar viðkomandi skal húsast [...] kunnug við evni, sum landsstýrið eigur at taka til umhugsunnar ella at broyta, boðar landsstýrinum frá hesum. Tvey kyn, somu kor Partur av arbeiðssetninginum hjá Javnstøðunevndini er at kunna um endamálið í
at grípa inn. Um landsstýrið grípur inn, verður tað við generellum reglum, og verður tað ringt í hesum førum, vísti fíggjarmálaráðharrin á. Egin hús Víðari svaraði hann, at tað eru nógvar ymiskar orsøkir [...] verandi í húsunum, hava sanniliga eisini merkt kreppuna í aðrar mátar, og hóast tað stríðst víðari undir sera truplum umstøðum. Fyri mong teirra kemur niðurfrysta skuldin aftur fyri ein dag, og nýggjar [...] seg aftur fíggjarliga. Sethúsaavtalan Karsten Hansen nevndi eisini í svarinum, at okkurt er gjørt á hesum øki. Sonevnda »Sethúsaavtalan«, sum var ein avtala millum peningastovnarnar og Húsalánsgrunnin við
at tað verða stórar arbeiðsuppgávur, sum bólkarnir fara undir. Men tað er eingin ivi um, at vit fara at frætta meira um hvussu leikur fer í hesum máli framyvir. [...] sambandsfloksins metan var alt ov víðgongt, og tað var orsøkin til, at sambandsflokkurin ikki tók undir við uppskotinum. Hann vísti hinvegin á uppskot Javnaðarfloksins, sum eina gongda leið, tí so fingu [...] til at leggja uppskotið aftur á tingborð til viðgerðar. Men landsstýrismaðurin er ikki samdur við hesum kritikki. Hann heldur tað vera kávalótir av andstøðuni. Nú verður farið til verka Hóast viðgerðin
LØGTINGIÐ fer í dag undir 1. viðgerð av uppskotinum til fíggjarlóg fyri 1999. Hetta er fyrsta fíggjarlógin, sum nýggja landsstýrið leggur fyri tingið, og somuleiðis sveinaroyndin hjá landsstýrismanninum [...] um í fíggjarmálum. Hvør vítt hann og landsstýrið eru komnir væl frá hesum arbeiði fara vit at frætta nærri frá í dag, tá tingmenn úr øllum flokkum sleppa at siga sína hugsan. TAÐ er eitt sindur óheppið [...] at lata føroysku røddina sleppa framat á fólkatingi. Tingformaðurin átti at dugað sær betri hógv í hesum máli.
Vit fáa einki til gávus í hesum broytingum. Fólkið skal góðtaka broytingarnar, og mugu aktivt taka undir, um vit skulu skapa eitt nýtt samfelag. ? Taka øll fólkafloksfólk undir við fullveldinum? ? Nei, [...] ríkisrættarligu viðurskiftum okkara, men tað skal gerast so lagaliga, at alt Føroya fólk kann taka undir við okkum. ? Eg eri øgiliga spentur at vita, hvussu tað verður, men tað er greitt - ein og hvør avgerð [...] er helst eingin sum billar sær inn, at vit skulu hava tann standard, sum nú er galdandi, ikki við hesum bygnaðinum, sigur Bjarni Djurholm. Hann vísir til, at Landsstýrið fer at seta eina objektiva kanning
útróðrarbátar. Tað fer at leggja útróðurin púra lamnan, tí keyp og søla gongur sp ómetaliga trekt í hesum bólkinum. Teir dagarnir, sum ikki verða brúktir, verða mestsum bara liggjandi, tí tað er ein inniligur [...] av hjá summum bátum. Men nettupp tað ger tað áhugavert, serliga hjá øðrum bólkum at fáa fatur á hesum fiskidøgunum, og tí verður arbeitt so hart fyri umsetiligheit ímillum bólkarnar. Men tað ræðast ú [...] býtið ásett fyri, hvussu stóran prosentpart hvør skipa- og bátabólkur skal hava av heildarveiðini undir Føroyum. Men nú er prosentbýtið gjørt vegleiðandi. Tað næsta verður helst, at tað verður tikið av
nøkur politisk støða verður tikin. Hetta er at sammeta við, at vit fara undir eina verkætlan, har vit t.d. siga, at vit nú skulu undir at byggja ein bygning. Vit seta projektið út í kortið og kanna, hvussu [...] møguleikar í fiskivinnuni. Siga vit, at vit fáa ikki meira burtur úr fiskinum undir Føroyum, so er eingin framtíð hjá hesum samfelagnum. Hvør kann seta seg upp og tryggja, at okkara samfelag og framtíð [...] broytingar til fullveldið? -Ja, tað er sín sak. Tá kundi hann skotið upp, at meðan landsstýrið fer undir hetta málið, so verður heitt á tað um eisini at kanna møguleikarnar fyri eini sjálvstýrislóg ella
frá teimum, ið undan skuldu slóða. Ein tung byrða, sum teir hava lagt á bakið á hesum fólkum, ið noyðast at knúgva undir henni. Tað er lítið at ivast í, at slík fólk passa sítt dagliga arbeiði bæði væl [...] rættindi, tey eru olmussa. Og tey, sum hava tað sum politiskt mál her í lívinum at liva skammleys við hesum rættindum, hesi olmussu, kunnu ikki vera annað enn olmussudýr ella nassireyvar, sum danir so rámandi [...] komið á ting, eitt nú bæði í sambandsflokki og javnaðarflokki, og hvat nýtt hava vit at boða frá hesum fronti. Nakað eldandi? Nakað magnandi? Nakað, ið ger lívið stórt, ríkt og vert at liva? Nei, einki