Setir fólk at taka sær av javnstøðumálum

Tíðaravmarkað sigur landsstýrið, men tað ber ikki til, sigur Javnstøðunevndin.

- Nær hevur nakar avrikað ella víst á arbeiði, har brótast skal upp úr nýggjum eftir bert einum ári, spyr Turið Debes Hentze, forkvinna í Javnstøðunevndini.

Um ikki viðrák við endamálinum í lógini, kann Javnstøðunevndin fegnast um, at hon hevur viðrák í fíggjarlógaruppskotinum fyri komandi ár. Játtanin til nevndina, sum í fjør var 175.000 og í ár 200.000, verður komandi ár 263.000 krónur. Javnstøðunevndin hevur ætlan um at seta eitt starvsfólk í hálva tíð í eitt ár í Almanna- og heilsustýrið til at taka sær av javnstøðumálum burturav.

Í ársfrágreiðingini fyri farna ár sigur nevndin, at uppgávurnar eru so nógvar, bæði um uppsøkjandi, kunnandi og útinnandi arbeiði. Slíkt arbeiði kann ikki gerast bert sum nevndararbeiði. Neyðugt er tí við løntum fólki burturav at taka sær av hesum. Og fyrr enn játtan fæst til fólk at taka sær av støðugt vaksandi javnstøðuarbeiðinum, verður arbeiðið ikki gjørt til lítar. Hetta hevur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskona við ábyrgd av javnstøðulógini, tikið til eftirtektar, tí í fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár hevur hon hækkað játtanina soleiðis at Javnstøðunevndin fær sett fólk.

- Vit hava støðugt yvir fyri landsstýrinum víst á tørvin á at seta fólk at arbeiða við javnstøðumálum. Umsíðir tykist sum játtanin á fíggjarlógini verður so, at pláss kanska verður fyri hálvum fólki. Eg havi fyrr í ár tosað við landsumsitingina um hvørjar hugsanir javnstøðunevndin hevur havt um starvsfólkasetan og hvørjar treytir viðkomandi skal lúka. Eisini skal undirstrikast, at fólkið verður sett av Javnstøðunevndini sum stovni undir landsstýrinum og ikki sum eitt starvsfólk hjá Almanna- og Heilsudeildini. Hvar viðkomandi skal húsast er ikki støða tikin til enn, sigur Turið Debes Hentze, forkvinna í Javnstøðunevndini.

Hví starvið bert er avmarkað til eitt ár, sigur forkvinnan í nevndini.

- At setanin er avmarkað til eitt ár kenni eg onki til. Hatta er nakað landsstýrið hevur funnið uppá, og tað kann lættliga vísa segat vera óheppið við slíkari avmarking. Ein slík avgerð tykir mær eitt sindur illa umhugsað, tí nær hevur nakar avrikað ella víst á arbeiði, har brótast skal upp úr nýggjum eftir bert einum ári. Ein slík avmarking kann eisini skerja munandi um møguleikarnar at finna tað rætta fólkið til starvið. Og tað havi eg undirstrikað fyri landsstýrinum meiri enn eina ferð, at tað fólkið, sum setast skal ikki bert skal setast at gera vanligt avgreiðsluarbeiði. Hetta er eitt starv sum krevur eitt fólk, sum hevur visiónir, dugir at føra tær út í lívið, dugir at gera arbeiði sjónligt, herundir at samstarva við fjølmiðlar og tílíkt og tí eisini hevur hug og evni at arbeiða sjálvstøðugt, sigur Turið Debes Hentze.

Javnstøðunevndin er ein sjálvstøðugur myndugleiki. Samstarvið við landsstýrið gongur um Almanna- og heilsumáladeildina, og tað inniber m.a. at Javnstøðunevndin, tá ið hon gerst kunnug við evni, sum landsstýrið eigur at taka til umhugsunnar ella at broyta, boðar landsstýrinum frá hesum.


Tvey kyn, somu kor

Partur av arbeiðssetninginum hjá Javnstøðunevndini er at kunna um endamálið í javnstøðulógini. Í tí sambandi hevur hon latið gjørt ein lítlan bókling, sum eitur "Tvey kyn - somu kor", ið er ætlaður at eggja til økt tilvit um siðbundnar leiklutir og fastlæstar hugsunarhættir hjá báðum kynum. Í bóklinginum verður eitt nú greitt frá, hvussu føroyski arbeiðsmarknaðurin er kynsbýttur umframt víst á spurningar, sum setast kunnu tí einstaka arbeiðsplássinum til tess at lýsa javnstøðuna á arbeiðsplássinum. Eisini eru dømi, sum lýsa viðurskifti og áskoðanir, sum antin kunnu fremja ella forða fyri, at kvinnur og menn koma at arbeiða undir somu korum.

Tað ber til at fáa fatur á bóklinginum við at venda sær til Javnstøðunevndina.