Drúgv høgg og látur

Viðgerðin av fullveldisuppskotinum hjá landsstýrinum í tinginum fríggjadagin, var drúgv og tiltíðir eisini ógvuliga hørð. Men skemtilig innsløg vóru eisini at hoyra í tinginum henda dagin

Tað er ikki hvønn dag, at politikarar sleppa at viðgerða slík stórmál, sum spurningar um fullveldi og stjórnmálanevnd.

Men seinastu árini er roynt fleiri ferðir, at fáa tingmenn at ganga við til at broyta ríkisviðurskiftini millum Danmark og Føroyar.

Og at tingmenn ikki eru á einum málið um hvussu hesar broytingar skulu gerast fingu vit sjón fyri søgn fríggjadagin tá onnur viðgerð av uppskotið landsstýrisins um ríkisrættarligu støðu Føroya var í tinginum.

Javnaðarflokkurin, sum hevði lagt sítt egna uppskot fyri tingið um at seta eina stjórnarskipanarnevnd, fekk av at vita, serliga frá Tjóðveldisflokkinum.

Høgni Hoydal landsstýrismaður úr Tjóðveldisflokkinum legði fyri við at siga, at hann saknaði vilja til samarbeiði frá Javnaðarflokkinum.

Høgni helt ikki, at tað var tekin um samstarvsvilja at Jóannes Eidesgaard í donskum miðlum hevur sagt, at avleiðingarnar av føroyskum fullveldi eru at føroyingar í hópatali fara at flyta av landinum.

Høgni Hoydal helt hedlur ikki, at tað var tekin um samstarvsvilja, at Javnaðarflokkurin legði sítt egna uppskot fram um stjórnarskipanarnevnd, heldur enn at samstarva við samgonguna um teirra uppskot.

Har Høgni Hoydal slepti tók ein annar tjóðveldismaður við.

Hergeir Nielsen, sum nú er formaður í Uttanlandsnevndini segði, at Javnaðarflokkurin í grundini var meira sambandskur enn Sambandsflokkurin.

? Vit vita, at Sambandsflokkurin er ímóti øllum broytingum, men Javnaðarflokkurin hevur sagt at hann er fyri, men vit síggja bara ongan vilja at broyta, segði Hergeir Nielsen.

Edmund Joensen helt ikki, at tað var rætt, sum tjóðveldismenn søgdu, at Sambandsflokkurin ikki vildi hava broytingar.

Hann vísti á, at hann, meðan hann var løgmaður, fyri formansskapinum í tinginum hevði skotið upp, at halda eina ráðstevnu um Heimastýrislógina, men at formansskapurin í tinginum hevði víst uppskotinum aftur.

Um uppskotið hjá landsstýrinum segði Edmund, at tað eftir sambandsfloksins metan var alt ov víðgongt, og tað var orsøkin til, at sambandsflokkurin ikki tók undir við uppskotinum.

Hann vísti hinvegin á uppskot Javnaðarfloksins, sum eina gongda leið, tí so fingu tingmenn ein møguleika at gera neyðugar kanningar, uttan at hava bundið seg til at taka fullveldi.

Bjarni Djurholm úr Fólkaflokkinum gjørdi vart við, at tað, sum Edmund Joensen segði um Heimastýrisráðstevnu var ein »lodrøtt lygn«, sum hann tók til.

? Uppskotið, sum Edmund kom við, var ikki eitt samgonguuppskot, men nakað, sum hann av sínum eintingum kom við. Fólkaflokkurin bant seg í seinastu tingsetu til ikki at gera nakað við fullveldisspurningin, av tí at Sambandsflokkurin ikki vildi hoyra talan um nakað slíkt.

? Harafturat, segði Bjarni Djurholm, at skuldi ein ráðstevna verða, so skuldi peningur játtast og ein mannagongd fylgjast og hesa mannagongd breyt Edmund Joensen.


Skemtiligt orðaskifti

Hóast eitt mál sum hetta er eitt sera álvarsamt mál fyri tingmenn og tað fólk teir umboða, so var ikki sørt, at tingmenn høvdu hug at flenna til tíðir.

Teir, sum dugdu hetta best vóru Heini O. Heinesen úr Tjóðveldisflokkinum og Eilif Samuelsen úr Sambandsflokkinum.

Heini O. Heinesen fór á pallin og greiddi starvsfeløgum sínum fr, at Tjóðveldisflokkurin so sanniliga eisini hevði givið seg.

? Eg kann vissa tykkum í, at eg havi ikki biðið um at fáa nakað kongshús saman við dønum, men eg góðtaki tað kortini, segði Heini O. Heinesen, meðan allur tingsalurin rungaði av látri.

Eilif Samuelsen tók síðani orðið og gjørdi hinar tingmenninar varugar við, at orsøkin til at Sambandsflokkurin ikki vildi hava broytingar í skipanini var, at hann var sambandsflokkur.

? Um Sambandsflokkurin skal við til at gera broytingar, so skal hann togast eftir hárinum, segði Eilif.

Eisini hetta hildu tingmenn vera sera undirhaldandi, men Eilif helt, at tað hevði stóran týdning og tí endurtók hann orðini seinni fyri at leggja dent á, at hann meinti hvørt orð hann segði.


Spæla hasard

við framtíðini

Javnaðartingmenninir vóru sjálvsagt ikki samdir við samgongutingmonnunum um, at teir vóru so forstokkaðir, sum teir vórðu gjørdir til.

Jóannes Eidesgaard gjørdi vart við, at Javnaðarflokkurin hevði sín fulla rætt til at leggja uppskot fram um tað teir vildu, og hann segði samstundis, at hann helt at mannagongdin hjá landsstýrinum var skeiv. ? Landsstýrið eigur ikki at binda okkum við einum fullveldi, tá fyrireikingarnar byrjað, segði Jóannes Eidesgaard m. a.

Javnaðarflokkurin metir framvegis, at tað er rættast at seta eina stjórnarskipanarnevnd at gera kanningararbeiði heldur enn at fara beina leið eftir fullveldinum.

Annar kritikkur av uppskotinum hjá landsstýrinum er, at tá uppskotið nú er samtykt í tinginum, so fáa tingmenn ikki møguleika at ávirka gongdina fyrr enn um drúgva tíð, tí landsstýrið er ikki tvungið til at leggja uppskotið aftur á tingborð til viðgerðar.

Men landsstýrismaðurin er ikki samdur við hesum kritikki. Hann heldur tað vera kávalótir av andstøðuni.


Nú verður farið

til verka

Hóast viðgerðin var heldur harðlig til tíðir, so er landsstýrismaðurin kortini nøgdur við viðgerðina av uppskotinum hjá landsstýrinum. Hann er, sum verða mann, keddur av, at tað ikki eydnaðist at fáa Javnaðarflokkin við í tann bólkin, sum atkvøddi fyri uppskotinum hjá landsstýrinum, men hann hevur kortini ikki givið skarvin yvir.

? Enn er drúgv tíð til arbeiði við fullveldismálinum verður liðugt, so Javnaðarflokkurin hevur góðar møguleikar fyri at koma við seinni sigur hann.

Men nú fer fyrireikingararbeiði so í gongd undir øllum umstøðum.

Innan alt ov langa tíð skal landsstýrið seta fýra bólkar at arbeiða víðari við fullveldismálinum.

Tríggir kanningarbólkar og ein gbrundlógarnevnd skulu mannast.

Ætlanin er ikki, at bólkarnir skulu verða so stórir, men eini 5 til 7 fólk fara at sita í hvørjum bólki.

Grundlógarnevndin verður nakað væl størri, tí í henni skulu allir flokkar á tingi eisini hava umboð.


Keypa sær hjálp

Hvussu bólkarnir skulu arbeiða er ikki heilt greitt, men Høgni Hoydal kundi hugsa sær, at til dømis formaðurin og skrivarin í arbeiðsbólkunum koma at arbeiða burturav við kanningararbeiðinum.

Endamálið er at fáa so nógv av skafti so skjót sum gjørligt og tí skal ein serlig arbieðsskipan gerast.

Tað er eingin tíðarfreist løgd á arbeiðsbólkarnar enn, men tað er í øllum førum greitt, at tað verða stórar arbeiðsuppgávur, sum bólkarnir fara undir.

Men tað er eingin ivi um, at vit fara at frætta meira um hvussu leikur fer í hesum máli framyvir.