- Hetta frálíka hugskot hava Óðin og mamman gjørt til veruleika við einum pakkatræi við Kolbeinagjógv.
Soleiðis siga tey í Sjóvar kommunu í dag.
- Tey hava hongt eina rúgvu av pakkum á træið, og so er hugsanin, at børn kunnu koma at fáa sær ein pakka - og heingja ein nýggjan á træið.
Víst verður á, at pakkarnir eru til børn úr 0 til 12 ára aldri.
- Tað er umráðandi, at pakkin verður merktur "genta" ella "drongur" saman við aldrinum á barninum, sum pakkin er ætlaður til.
Best er at leggja gávuna í ein plastposa við knúti á og bandi um, so pakkarnir kunnu hanga væl og vera ílatnir til veðurlagið.
- Óðin og mamman vóna, at hetta kann skapa enn meira hugna og gleði til jóla, og at børnini í kommununi taka væl undir við tiltakinum.
Soleiðis siga tey á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu - www.sjovar.fo - í dag.










