Tað fyrsta Bjarni Djurholm nevnir, tá vit biða um viðmerking til endaligu samtyktina av lógaruppskotinum um fullveldi, er, at hann harmast, at Javnaðarflokkurin ikki er við. ? Tað er spell, sigur hann, tí tað hevði verið áhugavert um semja varð fingin tvørtur um floksmark.
Tá tað er sagt, so heldur tingmaðurin, at fullveldisuppskotið er í trá við tað, sum Fólkaflokkurin førdi fram á seinasta vali, og tað er hann nøgdur við.
? Tað er væl, at vit nú fáa broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftum okkara, men tað skal gerast so lagaliga, at alt Føroya fólk kann taka undir við okkum. ? Eg eri øgiliga spentur at vita, hvussu tað verður, men tað er greitt - ein og hvør avgerð hevur avleiðingar við sær, sigur Bjarni Djurholm.
Skulu skapa eitt
nýtt samfelag
Hann vil innrætta samfelagið eftir búskaparligu og náttúrugivnu fortreytunum, og vísir til ein norðuratlantiskan fiskivinnubúskap, ið byggir á tað, sum náttúran kann veita okkum, og ikki sum nú - á beinleiðis veitingar úr Danmark.
Tingmaðurin er eisini spentur at vita, hvussu búskaparligu útgreiningarnar verða, og heldur, at tá fer málið at snúgva seg um høgru og vinstru í føroyskum politikki.
? Hvussu nú um búskaparkanningarnar vísa, at fullveldisætlanin ikki ber, og at vælferðarskipanin syndrast?
? Tað er helst eingin sum billar sær inn, at vit skulu hava tann standard, sum nú er galdandi, ikki við hesum bygnaðinum, sigur Bjarni Djurholm.
Hann vísir til, at Landsstýrið fer at seta eina objektiva kanning í verk, sum útlendingar skulu gera.
Bjarni Djurholm veit longu nú, at talan verður ikki um lønarvøkstur, tí tá um fullveldi ræður, er neyðugt at hava so lágt kostnaðarstøðið sum til ber, um samfelagið skal gerast kappingarført. Tað verður eisini neyðugt at broyta skattaskipanina soleiðis, at fólk fáa lægri skatt, í staðin fyri at hækka bruttolønina.
Gamalt fólkafloksuppskot grundarlagið
? Hatta er í veruleikanum uppskotið hjá Fólkaflokkinum frá fyrst í 901arunum. Er neyðugt at brúka fullveldisuppskotið, fyri at fáa undirtøku fyri hesum?
? Skulu vit hava politiskt sjálvræði, er neyðugt at samfelagið verður sjálvberandi. Skal samfelagið yvirliva við náttúrugivna tilfeinginum og uttan blokstuðul, so er tað góða í blokstuðlinum, at hann gevur fólkinum trygd, men vansin við stuðlinum er, at hann avlagar búskapin og skapar hægri kostnaðarstøði.
? Vit vilja skapa samfelagið av nýggjum, men vit kunnu ikki halda danska vælferðarstøðið, við ongum blokki. Tí ræður um at halda aftur nú.
? Heldur tú at fólkið góðtekur vánaligari umstøður, fyri at Føroyar gerast fullveldi?
? Tað fær fólkið høvi at taka støðu til á fólkaatkvøðuni, eins og tingið skal siga sína hugsan, sigur Bjarni Djurholm.
Hann strikar samfelagið upp aftaná at fullveldið er skipað, við at siga, at treytin fyri at hetta kann lata seg gera er: lønarafturhald og góðar vinumøguleikar og skattalækking.
Trýr upp á broytingina
Spurdur, um Bjarni Djurholm er sannførdur um fullveldisætlanina, sigur hann, at um fólkið tekur undir við broytingunum, so trýr hann upp á tað - treytað av at nakrar fortreytir, sum nú eru galdandi, nevniliga ríkisstuðulin, verður broyttur.
? Hvussu stórur meirluti skal verða fyri uppskotinum á fólkaatkvøðuni ?
? Um ikki aðrar reglur eru galdandi,so er 51pst. nóg mikið, men tað hevði eg hildið verið ógvuliga óheppið. Møguleikin fyri at fólkið tekur undir við ætlanini er treytaður av stórum meirluta.
? Tí er tað eisini spell, at Javnaðarflokkurin ikki er við, men tað havi eg ongan ávirkan á, sigur Bjarni Djurholm, sum heldur, at Jenis av Rana styrkti samgonguna við at koma inn í hitan, men samstundis, at hetta var við til at strika markið upp millum samgongu og andstøðu, og at tað stendur í andsøgn til tað, sum nú skal henda.
Tilverugrundarlagið
? Er tað ikki ov stórt krav, at tilverugrundarlagnum hjá fólki skal versna, fyri at fremja fullveldi?
? Tað er júst tað, sum eg sigi. Vit fáa einki til gávus í hesum broytingum. Fólkið skal góðtaka broytingarnar, og mugu aktivt taka undir, um vit skulu skapa eitt nýtt samfelag.
? Taka øll fólkafloksfólk undir við fullveldinum?
? Nei, sambært kanningum er helvtin av okkara veljararum ímóti, men nú mugu vit síggja hvussu leikur fer. Øll sleppa at taka støðu til málið, sigur Bjarni Djurholm.
Onga ávirkan
Hann heldur, at tað er ein vansi, at Javnaðarflokkurin misti formanssessin í Uttanlandsnevndini, tí tað hevði verið ein styrki at havt hann har. Nú tosa øll um, hvør hevur skyldina av hvørjum, men tað leggur Bjarni Djurholm seg ikki út í, og hevur onga ávirkan á.
? Ein og hvør nýggj avgerð fær avleiðingar, men samstundis mugu vit innrættað okkum eftir nýggju fortreytunum, sigur Bjarni Djurholm.