Frá Filmsfelagnum:
Hetta er fyrsti filmur hjá Evu Victor (f.1994), ið eisini hevur høvuðsleiklutin. Barry Jenkins, sum leikstjórnaði Oscarvinnaran ”Moonlight” (2016), hevur framleitt.
”Sorry, Baby”, sum í amerikanskum biografum verður kallaður independent black comedy-drama, førir okkum til Fairpoint, New England, har vit fylgja stillføru Agnes (Eva Victor), sum er professari í bókmentum og býr í einingi. Við eitt høvi hevur hon møtt Preston Decker (Louis Cancelmi), bókmentaprofessara, ið tá gjørdi seg inn á hana.
”Sorry, Baby” er ein nemandi søga, hvørs líka vit ikki hava sæð áður. Tað er søgan um at koma seg eftir eina traumatiska uppliving í egnum, mentaðum umhvørvi. Hóast Agnes hevur upplivað tað ringasta, gongur lívið víðari. Í hvussu er hjá hinum.
Hesin fyrsti filmur hjá Evu Victor er um, hvat hendir, eftir at tað ringasta hendi. Ein søga, sum ikki uttan skemt sigur beint fram, hvussu tað er sum menniskja at stranda og taka botn, men sum eisini er um alt tað góða, ið kann spretta úr lívsins kreppustøðum, frá kettlingum til tøtt vinarløg og nýggjan kærleika.
Filmsfelagið 5/11 kl 20:00 Sorry, Baby (Eva Victor USA 2025 104 min)
##med2##
##med3##
##med4##














