LØGTINGIÐ fer í dag undir 1. viðgerð av uppskotinum til fíggjarlóg fyri 1999. Hetta er fyrsta fíggjarlógin, sum nýggja landsstýrið leggur fyri tingið, og somuleiðis sveinaroyndin hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum. Hvør vítt hann og landsstýrið eru komnir væl frá hesum arbeiði fara vit at frætta nærri frá í dag, tá tingmenn úr øllum flokkum sleppa at siga sína hugsan.
TAÐ er eitt sindur óheppið, at fleiri av leiðandi fólkunum í flokkunum ikki eru við í orðaskiftinum. Tað vil so til, at danska fólkatingið og viðgerðin av føroyska fíggjarlógaruppskotinum eru um somu tíð. Tvs. at bæði fólkatingsumboðini, sum eru formenn í tveimum av teimum stóru flokkunum á tingi, møta vanliga til setanina av fólkatinginum og hava tey eisini har møguleika at røða um viðurskifti, sum hava okkara áhuga. Vanligur siður er so eisini, at tingformaðurin og løgmaður eru við til setanina av fólkatinginum.
TAÐ er so eisini vanligt at hava viðgerðina av fíggjarlógaruppskotinum eina viku eftir, at tað er lagt fyri tingið. Tingformaðurin sigur við blaðið, at hann ætlar ikki at leggja hesa viðgerðina eftir, hvussu arbeitt verður í fólkatinginum. Sjálvur ætlar hann sær ikki at vera hjástæddur, tá fólkatingið verður sett, og hann ætlar sær heldur ikki at flyta viðgerðina, soleiðis at formenninir í javnaðarflokkinum og fólkaflokkinum umframt løgmann kunnu vera við til orðaskiftið um fíggjarlógaruppskotið.
Í fyrstu atløgu kann tað sýnast rætt av tingformanninum ikki at leggja arbeiðið hjá løgtinginum til rættis eftir hvussu danska fólkatingið arbeiðir. Hinvegin átti einki at verið til hindurs fyri - um viljin er til steðar - at sett eina 1. viðgerð av fíggjarlógini til at vera hósdag ístaðin fyri mikudag, tí tá hevði borið til hjá teimum trimum politikarunum at verið við til orðaskiftið. Tingformaðurin sigur, at politikarar, sum ikki møta til viðgerðina mikudag, kunnu seta sínar eykamenn inn. Hetta hevur hann í prinsippinum rætt í. Spurningurin er, um tað ikki er óheppið, at tríggir av leiðandi politikarunum og harímillum løgmaður og formaður fyri størsta andstøðuflokkin ikki eru við til viðgerðina av fíggjarlógini. Full-veldið er enn ikki veruleiki, og vit fara at hava nógv samstarv við danir eftir henda dag. Tað er tí rætt at brúka teir møguleikar, sum finnast fyri at lata føroysku røddina sleppa framat á fólkatingi. Tingformaðurin átti at dugað sær betri hógv í hesum máli.