Útróðrarmenn eru hart ímóti, at tað skal bera til at keypa og selja fiskidagar ímillum útróðrarbátar.
Umboðsnevndin í Meginfelag Útróðrarmanna hevði fund sunnudagin at viðgera spurningin um umsetiligheit.
Chris Jan Michelsen, formaður í MÚ sigur, at hesin spurningur er serliga áhugaverdur hjá teimum, sum hava útróðrarbátar yvir 15 tons - tað er bólkur 4- tí teir minni bátarnir -bólkur 5- eru uttanfyri skipanina.
Formaðurin í MÚ sigur, at tað er full semja um, at tað skal ikki bera til at keypa og selja fiskidagar ímillum útróðrarbátar.
Tað fer at leggja útróðurin púra lamnan, tí keyp og søla gongur sp ómetaliga trekt í hesum bólkinum.
Teir dagarnir, sum ikki verða brúktir, verða mestsum bara liggjandi, tí tað er ein inniligur mótvilji at menn skulu noyðast at keypa sær dagar.
Chris Jan Michelsen sigur, at útrórðarmenn í bólki 4 kundu heldur hugsa sær eina aðra skipan, har ið óbrúktir fiskidagar komu bólkinum til góðar, eins og skipanin er í bólki 5.
Tað kundi verðið gjørt soleiðis, at dagarnir verða býttir út við einum hámarki.
Tvs, at tá ið ein bátur hevur brúkt allar sínar dagar, skal hann kunna fáa avlopsdagar frá øðrum bátum í bólkinum, sum ikki hava brúkt allar sínar.
Men tað skal ikki verða talan um handilsliga umsetiligheit. Tvs, at bátar, sum mangla dagar, skulu fáa dagar fyri einki.
Útrórðarmenn ræðast
Chris Jan Michelsen sigur, at serliga í bólki fýra leypa nógvir dagar av hjá summum bátum.
Men nettupp tað ger tað áhugavert, serliga hjá øðrum bólkum at fáa fatur á hesum fiskidøgunum, og tí verður arbeitt so hart fyri umsetiligheit ímillum bólkarnar.
Men tað ræðast útróðrarmenn og útróðarmenn ræðast tann fiskipolitikk, sum verðuyr førdur íløtuni.
Tað, sum er í ferð við at henda, er, at lógin um vinnuligan fiskiskap verður meiri og meiri útholað.
Í lógini um vinnuligan fiskiskap er eitt púra greitt býtið ásett fyri, hvussu stóran prosentpart hvør skipa- og bátabólkur skal hava av heildarveiðini undir Føroyum.
Men nú er prosentbýtið gjørt vegleiðandi. Tað næsta verður helst, at tað verður tikið av.
Tað, sum Chris Jan Michelsen m.a. sipar til, er at í ætlaðu lógini um endurnýgging av fiskiskipaflotanum, verður lagt upp til, at tað skal bera til at leggja fiskidagar saman við at keypa veiðiloyvir og flyta tey til aðrar bólkar.
Og hetta ræðast útróðrarmenn, tí nettupp hetta prosentbýtið er bjargingin hjá útróðrarflotanumm tí tað tryggjar, at eisini útróðrarflotin hevur ávís rættindi. Prosentbýtið er sjálvur hornasteinurin í lógini um vinnuligan fiskiskap, og tað verður ein vanlukka, verður tað útholað, sigur formaðurin í Meginfelag Útrórðarmanna.
Tí samtykti umboðsnevndin hjá MÚ at heita á øll, sum hava nakra sum helst ávirkan, um at gera sítt til, at útróðurin verður hildin uttanfyri handilslig fiskirættindi.
Tað prosentvísa býtið av heildarveiðini er trygdin fyri, at tað óhugsandi hendur: At útróðrarflotin verður ein hóttan ímóti fiskastovnunum, ella ímóti hinum partinum av flotanum, sigur Chris Jan Michelsen.