Jenis av Rana, løgtingsmaður, spurdi fíggjarmálaráðharran, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur í sambandi við fíggjarligu støðuna hjá teimum, sum heilt ella lutvíst orsakað av niðurskriving av sethúsavirðinum í kreppuárunum mistu hús síni og komu at sita við skuld, uttan at ogn er aftanfyri.
Og Karsten Hansen segði m.a. í svari sínum í síðstu viku, at tað eru ikki nógvir føroyingar, ið ikki á ein ella annan hátt, hava merkt sviðan av kreppuni ? tað verði seg búskaparliga og ikki minst menniskjaliga.
? Spurningurin hjá Jenisi av Rana, løgtingsmanni, leggur upp til, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur at hjálpa einum ávísum parti av teimum, ið komu illa fyri av kreppuárunum. Hetta er tí ein sera trupul spurningur, og verður tað ringt hjá landsstýrinum at grípa inn. Um landsstýrið grípur inn, verður tað við generellum reglum, og verður tað ringt í hesum førum, vísti fíggjarmálaráðharrin á.
Egin hús
Víðari svaraði hann, at tað eru nógvar ymiskar orsøkir til, at tað eru stór lán í húsunum og tí eisini nógvar ymiskar orsøkir til, at fólk eru komin í hesa truplu støðu.
? Vanliga sethúsamynstrið hjá okkum er, at fólk byggja sær egin hús á rímiliga ungum aldri. Tað er tí rættiliga vanligt, at lánini í húsunum eru stór. Gerast hesi fólk arbeiðsleys ella fara tey munandi niður í løn, ber illa til at halda gjaldsskyldurnar. Um húsaprísirnir samstundis eru falnir, er heldur ikki møguleiki fyri at sleppa undan skuldini við at selja húsini.
? Vit mugu heldur ikki gloyma, at tað ikki bara vóru tey, ið fóru á tvang, ið komu í eina trupla støðu. Tey, sum valdu at verða verandi í húsunum, hava sanniliga eisini merkt kreppuna í aðrar mátar, og hóast tað stríðst víðari undir sera truplum umstøðum. Fyri mong teirra kemur niðurfrysta skuldin aftur fyri ein dag, og nýggjar gjaldsavtalur skulu gerast. Tíbetur eru mong av teimum við at koma fyri seg aftur fíggjarliga.
Sethúsaavtalan
Karsten Hansen nevndi eisini í svarinum, at okkurt er gjørt á hesum øki. Sonevnda »Sethúsaavtalan«, sum var ein avtala millum peningastovnarnar og Húsalánsgrunnin við m.a. rentunullstillingum og avdráttarskáa saman við løgtingslógini um at hækka rentufrádráttin úr 40% upp til 48% var ein roynd at skipa so fyri, at meginparturin av sethúsaeigarunum kundu verða verandi í
húsunum. Sethúsaavtalan tók tað fyrsta nosið hjá mongum og broddin av tvingsilssølunum.
? Tey, ið hava mist húsini og framvegis standa í stórari skuld, hava í dag tveir møguleikar at fáa endaliga loysn á skuldarspurningunum. Ein møguleiki er skuldarsanering eftir konkurslógini, og hin møguleikin er avtala við lánistovn.
? Við skuldarsanering verður avtala gjørd millum lángevara og lántakara, har funnið verður fram til, hvussu stóran part av skuldini, tað er realistiskt fyri lántakaran at gjalda innan fyri eitt ávíst áramál. Endamálið við lógini er at hjálpa fólki, ið eru komin út í vónleysa skuld. Skuldarsaneringar eftir konkurslógini hava ikki verið nógvar.
Gjørt avtalue
Og fíggjarmálaráðharrin greiddi eisini frá, tá hann í farnur viku svaraði spurninginum frá Jenis av Rana, at Húsalánsgrunnurin hevur í kunngerð nr. 55 frá 28. apríl 1998, fingið heimild til at gera endaliga upp við skuldarar, eftir at eingin trygd ella ogn er at fáa fulnað í.
? Eg havi í hesum sambandi vent mær til fíggjarstovnarnar og fingið upplýst, at teir hava gjørt nógvar avtalur um sethúsaskuld. Fíggjarstovnarnir hava eisini upplýst mær, at teir framvegis fara at gera gjaldsavtalur við fólk, sum mistu hús síni av kreppuni. Hesi fólk skulu bert venda sær til fíggjarstovnin við ynski um at fáa greiði á sínum skuldarviðurskiftum.
? Í hesum sambandi skal nevnast, at rentufrádrátturin er galdandi fyri hesi lán, sjálvt um húsini eru mist.
Og at enda segði Karsten Hansen, at tá Jenis av Rana, løgtingsmaður, so altráur fyrst hevur spurt Anfinn Kallsberg og nú meg, so man hann hava gjørt sær sínar egnu tankar um, hvat eigur at verða gjørt, og hann er vælkomin við uppskotum.