Løgreglan hevur eftirlýst ein bil - ein gráan Opel Astra frá 2007 - við nummarplátuni BD153. - Bilurin er funnin aftur á stóra parkeringsøkinum við farstøðina í Kirkjubø, veit løgreglan at siga nú fyrrapartin [...] fyrrapartin í dag. Løgreglan sigur, at bilurin, sum leitað hevur verið eftir, hevur staðið uttanfyri hjá Wenzel síðan á ólavøku. Tað var í gjár, at ringt varð til løgregluna at melda, at bilurin var stolin
Tað var klokkan 02.18 í nátt, at løgreglan fekk fráboðan um, at skot vóru at hoyra. - Tvær ungar kvinnur eru særdar og vera viðgjørdar fyri skaðar, skrivar løgreglan í tíðindaskrivi í morgun. Lagt verður [...] verður aftrat, at fimm fólk eru handtikin í málinum. Eftir hendingina stongdi løgreglan eitt vegastrekki millum Sangoriaq og Nuussuaq, men seinni varð boðað frá, at vegurin var opin aftur. Grønlands Politi
Og tá hyggur løgreglan eftir, um fólk koyra hampiliga, um børn sita í trygdarbelti, og um smáu børnini eisini sita á barnasetri. Løgreglan kannar eisini um børnini sita við tasku á rygginum, tí tá hava [...] heilt góð, og fleiri ferðir hevur einki verið at viðmerkja. Men tað var tað gjáramorginin, tá ið løgreglan kannaði ferðsluna við skúlan á Toftum. Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at har fingu tveir bilførarar
Tað var klokkan 07:07 gjáramorgunin, at løgreglan steðgaði einum bili í Kollfjarðadali nakað sunnan fyri Effostøðina í Kollfjarðadali. Tá bilførarin blásti í alkoholmetrið, vísti tað seg, at hann hevði [...] hevði drukkið ov nógv til at koyra bil. Hann játtaði seg sekan, og málið koyrir tí sína gongd. Løgreglan fekk eisini eina fráboðan um ein rúsaðan persón, sum kom inn á eitt hotel í Havn, har hann vildi hava [...] hava meira at drekka í barrini á hotellinum. Men tað fekk hann, og hann gjørdist tí illur í sær. Løgreglan kom á staðið, og maðurin fekk bót fyri brot á skilhaldsreglarnar.
dripin í einum skotbardaga á einum sjúkrahúsi í Ostrava í Tjekkia. Løgreglan jagstrar ein gerningsmann, sum enn er leysur, sigur løgreglan sambært Reuters.
nátt. Løgreglan sigur, at tað sást, at fótbóltsárið endaði í gjár og at veðrið var gott Og tað hevur givið løgregluni nógv at gera og felagsnevnarin fyri tað mesta hevur verið full fólk. Løgreglan sigur [...] rokningin fyri ein hýruvogn, so gar mátti løgreglan eisini upp í. So hóast nógv hevur verið at gera, hevur talan, samanuntikið, verið um smáttarí, leggur løgreglan afturat í morgun.
Inni í fjósinum lógu níggju neyt brádliga deyð á gólvinum. Talan var um átta kýr og ein tarv. Løgreglan fekk boð um málið og bæði Búnaðarstovan og djóralækni vórðu boðsend, men tað varð beinanvegin staðfest [...] eisini staðfest, at neytini eru ikki dripin og at tað tað einki ólógligt er farið fram annars, sigur løgreglan. Hinvegin hevur illgruni tikið seg upp um, at okkurt er vorðið í vegin við elektrisku skipanini [...] eru deyð av elektriskum stoyti. Tískil varð eisini ein elektrikari boðsendur at kanna málið, men løgreglan sigur, at niðurstøðan hjá honum er ikki greið enn. Men tað verður neyvan eitt mál fyri løgregluna
hava fleiri tiltøk verið kring landið og tessvegna hevur eisini nógv fólk verið í býnum, sigur løgreglan. Men tey siga, at sum heild hevur tað verið øgiliga friðarligt. Tvær ferðir hava fólk ringt til [...] herverki á bilar. Tann fyrra fráboðanin var av Tvøroyri, har ein rútur varð brotin í einum bili. Løgreglan veit, hvør tann gerningsmaðurin er og hann varð funnin. Tann seinna fráboðanin var úr Klaksvík, [...] av einun smelli og eisini í tí førinum varð ein bilrútur brotin. Men tann gerningsmannin hevur løgreglan ikki fingið fatur á enn. Í Klaksvík var eisini harðskapur á einum skeinkistaði í gjárkvøldið, har
Løgreglan gjødi nógv burtur úr at kanna ferðsluna í gjár, og í hesum sambandi var hon bæði í í Klaksvík, við skúlan á Argjum, í Gundadali í Havn, og í Havnargøtu í Havn, og kannaði bilar. Løgreglan sigur [...] So tá ið teir vóru á veg í skúla í gjáramorgunin, stóð løgreglan fyri teimum, men standurin var góður, og tað var einki at viðmerkja, sigur løgreglan. Tey nýttu eisini høvi til at tosa við tey, sum kroyrdu
Løgreglan fekk eina heldur sjáldsama uppringing í gjárkvøldið. Tað var ein maður, sum ringdi úr Klaksvík at játta sínar syndir um vikuskiftið. Hann hevði gingið fullur, og hevði tá brotið eitt spegl á [...] einum bili, sum stóð fram við vegnum. Nú ringdi hann so til løgregluna fyri at boða frá síni ógerð. Løgreglan fór út at kanna málið og funnu skjótt bilin við brotna speglinum. Eigarin hevði varnast, at speglið [...] hørm um hetta. Hon ilskaðist eisini inn á, at eingin hevði boðað frá ella tikið ábyrgd av hesum. Løgreglan kundi tí nú seta tey í samband hvør við annan, soleiðis at tey saman kundu seta seg í samband við