Eltu bil í Klaksvík


 

Um vikuskiftið fekk løgreglan í Klaksvík fráboðan um ein bilførara, ið hevði koyrt vitleyst í miðbýnum. Løgreglan fekk nummarið á bilinum og royndi at elta hann, men tað eydnaðist ikki at finna føraran aftur.

Tað er sum so einki óvanligt, at førarar koyra skilaleyst í býnum, og tað verður fráboðað løgregluni, men tað er ikki altíð, at fólk fáa nummarið við.

Sunnumorgunin fekk løgreglan í Klaksvík fráboðan um húsaófrið í býnum. Fólk vórðu blivin heldur heit, og tí helt onkur tað vera neyðugt at tilkalla løgregluna. Tá hon kom á staðið var støðan ikki so álvarsom, at hon var noydd at skilja partarnar.