Svav úti á gøtuni

Svav úti

Sunnumorgunin fekk løgreglan í Klaksvík boð um, at ein ungur maður lá úti á gøtuni og svav. Líkt var til, at hann hevði einki vit, og andadrátturin var óregluligur. Maðurin var illa fyri.
Onkur, sum var komin fram við, hevði lagt ein jakka omanyvir mannin.
- Vit fóru á staðið at kanna málið, tóku mannin upp og sendu boð eftir lækna, sum vit altíð gera í slíkum føri.
Løgreglan í Klaksvík sigur, at teir onga løtu vóru í iva um, at maðurin mátti á sjúkrahús.
- Maðurin var eftir øllum at døma ávirkaður og fallin í óvit, sigur løgreglan.