Stjolið 70.000 krónur

Føroya Rættur lat í gjár teir báðar menninar leysar, sum vórðu tiknir eftir eitt innbrot í Havnar Klubba náttina til týsdagin. Teir hava viðgingið stuldur fyri 70.000 krónur

Náttina til týsdagin tók løgreglan í Havn tveir mans, harav tann eini hevði brotið inn í Havnar Klubba. Komin uppá 6. hædd, sparkaði hann goymsluhurðina upp og tók nakrar fløskur við sterkum løgi.

Tað eydnaðist honum at finna lyklarnar til pengaskápið og at taka 30.000 krónur. Tá løgreglan seinni tók menninar, høvdu teir nýtt ein part av pengunum.


Viðgingið

Menninir vóru fyri í Føroya Rætti í gjár. Teir viðgingu í rættinum, at hava framt eini 15 onnur innbrot, har einar 70.000 krónur í alt eru horvnar. Rætturin lat síðani menninar leysar, meðan løgreglan kannar málið.