Eldurin við Ljósá er nú sløktur

Eldurin er sløktur, og nú er aftur trygt at koyra framvið Ljósá eftir landsvegnum

 

Tað skrivar løgreglan í kvøld um støðuna við Ljósá, har eldur um hálvgumseks tíðina kom í bygningin hjá KJ Hydraulik.

 

Tað var klokkan 17.33, at løgreglan fekk fráboðan um, at eldur var í vinnubygninginum KJ-Sandblásing við Ljósá. Talan um stóran eld.

 

Tað tók drúgva tíð hjá sløkkiliðnum at fáa tamarhald á eldinum, og landsvegnurin millum Ljósá og Eiði var stongdur vegna vandamiklan royk frá eldsrbunanum.

 

Lesið eisini: Ljósá: Eldurin ikki sløktur enn

 

Løgreglan heitti á fólk, sum skuldi til Eiðis ella av Eiði um at koyra um Eiðisskarð.

 

 

 

Men nú er verður opin aftur.