Tveir koyrdu alt ov skjótt

Annar bilførarin varð eisini drukkin

 

Tveir bilførarar vóru um vikuskiftið tiknir fyri at koyra ov skjótt.

Leygarmorgunin um hálvgum seks tíðina máldi løgreglan í Havn ein bil í Kaldbakstunnlinum, og hesin koyrdi eftir tólunum hjá løgregluni 115 km/t. Hetta er alt ov skjótt, og løgreglan tók tí bilføraran.

Tá hetta varð gjørt, kom løgreglan fram á, at maðurin eisini var týðuliga ávirkaður av rúsdrekka, og hann skal tí standa til svars fyri bæði at hava koyrt ov skjótt og at hava koyrt ávirkaður.

Mánamorgunin var ein annar bilførari tikin í Kollafirði. Hesin varð tikin, tí hann koyrdi við 83 km/t í bygdum øki.