Ukrainski herurin sigur seg hava lopið á ein russiskan oljuterminal í Ust-Luga.
Ust-Luga liggur í Russland, heilt har uppi móti Finsku Víkini, soleiðis sum viðhefta kort vísir.
Á Telegram skrivar ukrainski herurin, at í øllum førum tríggir goymslutangar eru raktir í álopinum.
- Tað er felagið Transneft-Baltika, sum eigur tangarnar, veit tíðindastovan NTB at siga í dag.










