Tíðindaskriv
Gleð teg at dansa til tíðarleysu sinnisrúmkandi og rútmisku tónarnar frá portugisiska og hollendska bólkinum Collignon. Talan er um ómetaliga dugnaligar tónleikarar, ið fáa áhoyrararnar at gloyma tíð og stað. Tað er sum eru teir frá eini alfevndari tíð, ið kundi verið nær sum helst. Ein upploysn av tíð. Saman við teimum, er tað sum ert tú frá framtíðini og teir eru frá seksti árunum, ella kanska øvugt! Komið og njótið eitt tíðarleyst frumrit av vælframførdum tónleiki, har tónar og rútmur tala týðiligari enn orð, tá ið tríbólkurin Collignon kemur at framføra á G! í summar.











