Doyðu av heimabryggi

Ein gøla um heimabryggj hevur skelkað norðmenn.

Tveir menn eru deyðir eftir at hava drukkið heimabryggj, og týsdagin varð ein maður lagdur á sjúkrahúsi til viðgerðar fyri metanoleitran.
Løgreglan hevur tikið ein mann, sum hevur viðgingið, at hann hevur selt nakrar dunkar av heimabryggi, og maðurin hevur síðani játtað at hjálpa løgregluni við at fáa fatur á dunkunum við tí vandamikla innihaldinum. Higartil hevur løgreglan funnið millum 160 og 180 litrar av tí vandamikla heimabrygginum, men bryggjarin sigur, at hann hevur selt meiri enn tað.
Upprunaliga stúrdi løgreglan fyri, at matstovur høvdu keypt heimabryggj, men maðurin hevur greitt løgregluni frá, at tað vóru bara privatfólk, sum keyptu frá sær.