63 mist nummarspjøldrini seinastu tvær næturnar

- Tað er eftirstøða fyri vektgjald, sum er orsøkin til, at so nógv nummarspjøldur eru tikin seinastu næturnar, sigur løgreglan.

Í nátt tók løgreglan tilsamans 31 sett av nummarspjøldrum - 15 í høvuðsstaðarøkinum og 16 í norðurøkinum.

 

Náttina fyri tók løgreglan tilsamans 32 sett - 12 í høvuðsstaðarøkinum og 20 sett í norðurøkinum.

 

Soleiðis eru tilsamans 63 sett av nummarspjøldrum tikin av bilum seinastu tvær næturnar.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tað serliga er eftirstøða fyri vektgjald, sum er orsøkin til, at so nógv nummarspjøldur eru tikin seinastu næturnar.

 

Løgreglan roynir at ringja út til fólk, sum eru í eftirstøðu, áðrenn pláturnar verða tiknar, men tað er ikki altíð, at viðurskiftini koma upp á pláss, áðrenn hamarin fellur.