Amerikanska løgreglan heldur, at Cho Seung-Hui brúkti ein suðurkoreanskan film sum fyrimynd til hópdrápið. Kanningarnar hjá løgregluni hava avdúkað, at Cho hugdi eftir suðurkoreanska filminum ?Oldboy? fleiri ferðir teir seinastu dagarnar undan hópdrápinum.
Í filminum, sum er frá 2003, er ógvusligur harðskapur, og í íbúðini hjá Choi hevur løgreglan funnið myndir av høvuðspersóninum í filminum.
Tað er eisini komið undan kavi, at Choi var hjá sálarlækna til kanningar í 2005, eftir at tvær kvinnur høvdu kært seg um, at hann var heldur løgin. Tað er eisini komið fram, at løgreglan tosaði við Cho í sambandi við tað málið.