Fleiri fólk deyð í skriðulopi og vatnfloymi í Peru

Myndir av staðnum vísa fólk, ið eru skakað og sum renna fram við áarbakkanum, meðan ognarlutir og vraklutir av bátum fara flótandi omaneftir ánni

Í minsta lagi 12 fólk eru deyð og 20 eru løstað í skriðulopi og vatnfloymi við býin, Iparia í Peru.

 

Hendingin fór fram við havnalagið, sum liggur við Ucayali-ánna í Amasonas-regiónini, og her vórðu eisini tveir bátar tiknir við í lopinum.

 

Millum tey, sum lótu lív, eru trý børn. Lokalu myndugleikarnir upplýsa, at tvey fólk eru higartil ikki komin afturíaftur.

 

Men, fráboðaninar av staðnum eru ymiskar - alt eftir, hvørjar keldurnar eru.

 

Tað er Reuters, sum ber tíðindini um, at tvey fólk eru saknað. Á hinari síðuni sigur AFP, at talan kann vera um, at heili 40 fólk eru saknað, og 25 eru løstað.

 

Hetta er tíðin, tá áarføri, skriðulop og floymur kunnu raka Peru, og í ánni rekur hart. Hetta ger bjargingararbeiðið trupult, verður sagt úr landinum.

 

Myndir av staðnum vísa fólk, ið eru skakað og sum renna fram við áarbakkanum, meðan ognarlutir og vraklutir av bátum fara flótandi omaneftir ánni.

 

Sambært tíðindastovuni Andina í Peru vórðu løgregla og bjargingarfólk flogin við tyrlum á staðið, har vanlukkan er hend.