Í kvøld boðar Argja Bóltfelag frá, at felagið hevur skivað undir sáttmála við Ragnar Skála, sum aftur fer at spæla við AB í 2026 og 2027.
Síðsta kappingarár spældi Ragnar Skála við Víkingi, har hann var við í 24 landskappingardystum.
Ragnar Skála er ein av fleiri spælarum, sum síðani kappingarlok eru givnir í Víkingi. Atli Gregersen hevur lagt skógvarnar á hillina, Martin Klein Joensen er fluttur til ÍF, Hans Jákup Arngrímsson er fluttur til Skála, Aron Jarnskor Ellingsgaard er givin í felagnum, og tað er enn ikki greitt, hvussu tað verður við Ara Olsen, Jørgen Nielsen og Olaf Bárðarson. Higartil er Filip Djordjevic einasti spælarin, sum er lagstur aftrat í Sarpugerði.
AB skrivar soleiðis í kvøld:
AB byrjar jólamánaðin við einari rimmar jólagávu til okkara viðhaldsfólk, tí í kvøld kunnu vit kunngera, at eftir tvey ár í útlegd verður okkara egni Ragnar Skála aftur at síggja í AB í komandi kappingarári. Ragnar hevur í kvøld skrivað undir tvey ára sáttmála við barndómsfelagið, ið er galdandi fyri kappingarárini 2026 og 2027.
Ragnar er argjamaður, uppvaksin í AB og kemur úr einari sannari AB-familju. Hann spældi sín fyrsta dyst á besta liðnum í 2018 og hevur í skrivandi stund spælt 81 dystir fyri AB. Onkur av ungdómsárunum var hann heldur skaðadarvaður, men í 2022 og 2023 menti hann seg til ein sannan profil á okkara miðvølli, har serliga hansara kvikleiki, orka og arbeiðssemi kom til sjóndar.
Eftir niðurflytingina úr Betrideildini í 2023 mistu vit Ragnar til Skála, har hann spældi í eitt ár, áðrenn hann undan kappingarárinum 2025 skifti til Víking. Har hevur hann í ár spælt 33 dystir, millum annað tríggjar evropeiskar uppgerðir, og so seint sum fyri einum mánaði síðani byrjaði hann inni á miðvøllinum hjá Víkingi í steypafinaluni ímóti KÍ.
Á Argjum ynskja vit altíð, at okkara egnu skulu spæla við AB. Gleðin gerst eyka stór, tá vit vita, at hetta er ein spælari í besta fótbóltsaldri, sum fleiri feløg í Føroyum kundu hugsað sær at havt á liðnum. Fyri einum ári síðani fingu vit Bjarka Christiansson Nielsen aftur til felagið eftir at hava verið í útlegd, og nú enn ein lokalur profilur kemur heim, so kunnu vit staðfesta, at AB meinar tað í ramasta álvara, nú vit aftur skulu royna okkum í bestu deildini í 2026.
Ragnar Skála er triði nýggi leikarin, sum kemur at spæla við í 2026. Hinir báðir eru Jimmy Abdul og Páll Eirik Djurhuus.











