Sunnumorgunin stóð løgreglan fyri einum báti, sum kom inn í Skopun. Maðurin, sum førdi bátin, hevði siglt ávirkaður úr Vestmanna til Skopunar.
Maðurin hevði verið á bátastevnu í Vestmanna, og hann hevur verið nakað skjótur avstað í bátinum. Fólk í Vestmanna boðaðu løgregluni frá, at ein fullur maður var farin við báti. MRCC-støðin fekk síðani boðini, og hon fekk samband við bátin, sum tá var staddur í Skopunarfirði. Tí fór eingin at leita eftir bátinum, men løgreglan bíðaði eftir honum á bryggjuni.
Løgreglan tók eina blóðroynd av manninum, og hann kann vænta sær eina bót.