Men maðurin, sum varð ákoyrdur, fekk ikki navnið á bilføraranum og tí hevur løgreglan sóknast eftir honum í morgun. Løgreglan sigur, at bilførarin ringdi rættiliga skjótt til løgregluna at boða frá og nú [...] Bilførarin, sum løgreglan sóknaðist eftir fyrr í morgun, hevur ringt til løgregluna. Tað var tíðliga í morgun, ímillum klokkan fýra og fimm, at ein bilur koyrdi á ein mann á Marknagilsvegin, á krossinum
Í gjáramorgunin var ein harmonikusamanstoytur í Saltangará, har fýra bilar vóru uppi í. Løgreglan sigur, at eingin fólkaskaði var, men at bilarnir fingu skaða. Óhappið hendi, tá ið tann fremsti bilurin [...] tað ansaðu bilførararnir, sum komu aftanfyri, ikki eftir, og rendu upp í reyvina á hvørjum øðrum. Løgreglan sigur, at tríggir av bilførarunum fáa bót fyri at teir ikki hava hildið tað neyðugu frástøðuna. [...] hálkan havt ein týdning, men bilførarar skulu altíð passa seg eftir umstøðunum – og tað heldur løgreglan ikki, at teir gjørdu í hesum føri.
Um 02-tíðina í nátt fekk løgreglan fleiri fráboðanir um, at fólk høvdu sæð neyðrakett norðanfyri Havnina. Løgreglan vendi sær til MRCC, men her vistu tey einki um nakað neyðarkall, og her var eingin fráboðan [...] Oyggjarvegin, og her eydnaðist tað at finna út av, hvør samanhangurin var. Vaktleiðarin sigur, at løgreglan steðgaði einum bili við fleiri unglingum á Oyggjarvegnum. - Tá bilurin varð kannaður, vísti tað
Um middagsleitið í gjár fekk løgreglan fráboðan um, at eldur var komin í eina gravmaskinu í Havnardali. Løgreglan sendi neyðsynjarakfør avstað, men longu áðrenn komið var út í Havnardali, var eldurin sløktur [...] hydraulikslanga, sum var farin at leka; olja var komin á heitu turbinuna, og eldur var komin í. Løgreglan vísir á, at hetta hevur verið ein lítil eldur, tí tað eydnaðist fólki, sum var á staðnum, at sløkkja
Løgreglan hevur arbeitt við málinum síðani. Og í viku heitti løgreglan gjøgnum fjølmiðlarnar á fólk, sum møguliga hava sæð okkurt í sambandi við tilburðin, um at venda sær til politistøðina. Og tað gav [...] gav úrslit. Nú er løgreglan komin so mikið langt við málinum, at ein persónur her handtikin. – Hann hevur verið her á støðini saman við advokati, har hann varð handtikin og skuldsettur. Viðkomandi játtar
Tað var í sambandi við, at ein bilur var farin út av Froðbiarvegnum, at løgreglan fór á ein bústað og handtók ein persón, sum er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring. Bilurin lá á liðini við síðuna av vegnum [...] vegnum. Grót á vegnum er eisini ein trupulleiki. Í nátt fekk løgreglan fráboðan um, at ein bilur hevði koyrt á grót, sum lá á Kunoyarvegnum. Bilurin fekk so mikið av skaða, at hann fekk ikki koyrt víðari [...] víðari og verður fluttur av staðnum í morgun. Eisini í Eysturoyartunlinum var grót á vegnum. Løgreglan fekk gjáranáttina fráboðan um, at grót var rapað úr tunnilsvegginum og lá á vegnum.
sum løgreglan loysti, sum tey plaga við at tosa fólk til sættis. Tó so var ein persónur skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglurnar, sum gevur eina bót. Sambært vaktleiðaranum, so hevur løgreglan einki [...] Beint fyri klokkan 2 í nátt steðgaði løgreglan einum bili, har førarin varð narkotestaður. Tað gav útslag, og tí er persónur skuldsettur fyri at koyra bil ávirkaður av rúsdrekka. Annars letur vaktleiðarin
Tað var um hálvgum sjey tíðina í gjárkvøldið, at løgreglan fekk fráboðan um, at ein bilførari koyrdi so óstortliga á landsvegnum í Kollafirði, at fólk hildu hann vera fullan. Hann fór slingrandi eftir [...] eftir vegnum og blinkaði bæði til høgru og vinstru. Løgreglan fór á staðið og kom fram á bilin. Men førarin var als ikki ávirkaður. Talan var um ein útlending, sum ikki kendi leigubilin so væl. Hann hevði [...] assistance«, sum bilførarin ikki ræddiliga dugdi at brúka og royndi seg fram við blinkuljósinum. Løgreglan bað hann seta seg í samband við útleigaran fyri at finna út av, hvussu bilurin skuldi brúkast.
hann bót fyri. Og í gjárkvøldið klokkan 18:30 fekk løgreglan boð um, at onkur var í miðbýnum í Havn, sum hevði fingið ov nógv at drekka. Har mátti løgreglan hjálpa viðkomandi á føtur aftur. Náttin hevur annars [...] Tá løgreglan í gjár gjørdi ferðmátingar á Lambareiði varð ein bilførari máldur til at koyra 105 km um tíman. Tað fekk bilførarin klipp í koyrikortið fyri umframt eina bót. Hetta var gjáramorgunin millum
hydralikolju. Og løgreglan kundi fylgja slóðini frá Jóanesar Petursonargøtu og niðan til Waag-bilar undir Krákugjógv. Førarin hevði steðgað skaðanum og tosað við sløkkiliðið, tá løgreglan kom fram á bilin [...] verður so eitt mál millum bilførarin og tryggingina at rinda fyri uppruddingina. Seinnapartin fekk løgreglan eisini fleiri fráboðanir um, at eitt rør í einum rulliportri á landsvegnum í Hvalvík var loysnað