Fleiri hálshøgd í Guatemala

Í miðamerikanska landinum Guatemala hevur løgreglan funnið líkini av minst 25 monnum og tveimum kvinnum, sum eru hálshøgd. Líkini lógu á einum bóndagarði tætt við meksikanska markið, og myndugleikarnir siga, at hetta er eitt tað ringasta hópdrápið í mong ár.

Løgreglan í Guatemala sigur, at hópdrápið var, tá umleið 200 menn lupu á tann lítla býin Caserio La Bomba, sum er einar 400 kilometrar norðan fyri høvuðsstaðin, Guatemala City. Løgreglan heldur, at hópdrápið kann hava samband við eitt morð í rúsevnaumhvørvinum.

Ein partur av rúsevnunum, sum fara úr Suðuramerika til Norðuramerika, verða flutt um markið har norðuri í Guatemala.