Mikudagin tók løgreglan í Eysturríki ein mann, tí illgruni var um, at hann hevði ætlanir um yvirgang. Tað vísir seg nú, at maðurin hevði lagt eina ætlan um at renna eitt flogfar niður í ríkisdagin í Berlin. Tað skrivar eysturríkska blaðið Kronen Zeitung.
Løgreglan í Eysturríki hevði fingið snevilin av, at maðurin hevði verið á venjingarlegu hjá yvirgangsmonnum í Afghanistan og Pakistan, og at hann hevði roynt at savna pengar fyri ein yvirgangsfelagsskap. Løgreglan visti eisini, at maðurin var farin at læra seg at stýra einum flogfari.
Ein týskari, sum hevur tilknýti til tann tikna eysturríkaran, er eisini tikin.