U17 landsliðið endaði undankappingina við sigri

Føroyar vunnu á Kosovo í triðja og seinasta dystinum

Mynd: FSF

Føroyska U17-landsliðið hevur seinastu dagarnar tikið lut í einari undankapping í Eysturríki.

 

Føroyar taptu 1-5 fyri Eysturríki í fyrsta dystinum, og 0-3 fyri Írlandi í øðrum dystinum.

 

Men í dag bragdaði hjá Føroyum. Føroyar vunnu í dag 3-2 á Kosovo.

 

Dennis Anghel legði Føroyar á odda í 14. minutti. Markus Danielsen átti uppleggið. Talan var um annað málið hjá Dennis Anghel í hesari kappingini. Sami Markus Danielsen økti til 2-0 í 27. minutti. 11 minuttir undan steðginum minkaði Kosovo um munin til 2-1. Tá ein tími var leiktur økti Tummas Joensen til 3-1. Kosovo minkaði um munin til 3-2 fimm minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.

 

Írland vann bólk 6 við níggju stigum. Nummar tvey var Eysturríki við seks stigum. Føroyar gjørdust nummar trý við trimum stigum, og Kosovo endaði aftast í bólkinum við ongum stigi. 

 

Mynd: FSF